Ein fyrispurningur til Skjalasavnið hjá www.cwgc.org loysir ikki gátuna:
“The grave at Vaag Cemetery is that of an unidentified Merchant Naval casualty. I am afraid we hold no information regarding his identity”.
Við øðrum orðum siga tey, at har liggur ein ókendur maður av einum handilsskipi.
Latið okum leita aftur til eitt summarkvøld í juli mánaða í 1942. Atlantsbardagin leikar á sum harðast í Norðurhøvum. Týskir kavbátar herja á sameind skipafylgi, minur flóta í sjónum, og mangur maður fær sína vátu grøv.
“Jonna”, ein deksbátur, sum Dias á Heyggi átti, hevði verið útatrógva og er á veg heim aftur til Vágs.
Einar tríggjar fjórðingar úr Porkerisnesi koma teir fram á líkið av einum manni. Tað vil siga, Niels Martin kendi á sær, at har var okkurt í sjónum. Tí sigldu teir eina góða løtu, áðrenn teir funnu líkið! (Sigur abbasonurin, Hergeir Nielsen, í telefonsamrøðu 17.04) Hann sá líkið langt áðrenn vanlig eygur kundu hóma nakað, (hevur Thorvald Hjelm fortalt fyri Kai Vágfjall) - Kirkjubókin er stuttorðað:
“Beskrives som ca. 50 år, sømand eller trawlerfisker fra England.”
Teir sóu, at maðurin var ikki í hermannabúna. Bjargingarvesturin hevur hildið hann flótandi. Niels Mortinus Nielsen, vanliga nevndur Niels Martin, sum hevði tikið líkið upp úr sjónum, og hansara menn, føra líkið heim á bryggjuna, og tað verður borið niðan í forkirjuna.
* Torleif Augustinussen og Kai Vágfjall halda, at talan var um “Sjófrúnna” hjá Diasi, har Thorvald Hjelm var formaður. Kai sjálvur hoyrdi seinri umborð á St. Jacques Thorvald siga frá tilburðinum.
Sýslumaðurin, Bernhard Mortensen, skrivar frágreiðingina:
Torsdag, den 16. juli 1942. Kl. 23.45 fik man Besked paa at M/B “Jonna” havde fundet et Lig.
Man begav sig ned påå Kajen, hvor man antraf Føreren af Motorbaaden Niels Martinus Nielsen, Vaag, der forklarer, at de havde været paa Fiskeri. Klokken 21.15 såå de Liget af en Mandsperson flyde paa Vandet, idet dette var iført Redningsvest og tog de det op og bragte det til Lands. De fandt Liget 3 Sømil Øst af Porkeresnæs. De obseverede ikke andet der I Nærheden.
Oplæst og vedtaget.
Liget blev derefter baaret op i Forkirken og blev der straks afholdt medicolegalt Ligsyn, jfr. vedlagte Genpart av Ligsynsattesen.
Der forefandtes ingen Identifikationsmæker, heller ingen Papirer.
På venstre Haands Ringfinger forefandtes en Pladering, mærket J H N, men fik man den ikke af Fingeren. Der er Tatoveringer paa Armene, men er saa utydelige, at man ikke kan tyde dem.
Liget var iført almindelige brune Sømandsbukser med Livrem. Blaa Maskinjakke og Strømper på det ene Ben. Tøjet bærer ingen Identifikationsmærker.
Paa Liget forefandtes I Kontanter Sterlingpun 10-12-5, der blev taget I Forvaring.
Endvidere forfandtes I Tobakspung og en Cigaretæske samt en Cigarettender. Disse var ødelagte af Søvand.
Redningsesten var mærket (B)
Lørdag 18. Juli 1942.
Dags Dato har man faaet Underretning om, at det herværende Militær vil ordne Begravelse m.m.
(Undirskrivt)
Fremsendes Sysselmanden for Suderø Syssel bilagt Erklæring for, at man har afleveret de forefundne Kontanter til Militæret.
Vaag, den 20. Juli 1942
(Undirskrivt)
Stemplað 24. juli 1942: Tilstilles Færøernes Politikreds.
Suderø Syssel, Trangisvaag, den 25. Juli 1942.
(Undirskrivt)
Deyðsváttanin, sum Vogensen, lækni, og Thulesen, prestur, hava skrivað undir, sigur, at maðurin er uml. 50 ár, er druknaður og kann hava ligið í sjónum “fra nogle dage til ca. 1 uges tid”.(Arkivalieronline)
Tað er ikki lætt at meta um, hvussu leingi eitt lík hevur rikið í sjónum..
Tatoveringarnar á ørmunum vóru ólesandi, sigur frágreiðingin.
Hin 18. juli 1942 fer maðurin til gravar úr Vágs kirkju.
Jarðarferðin 18. juli 1942
Nógv fólk fylgdu
Tina Marna Tausen í Vági eigur myndir frá jarðar-ferðini. Hon heldur, at systir hennara, Julianna, hevur tikið tær.
Á teimum sæst, at bretskir hermenn hava borið landsmannin til gravar.
Har liggur hann so á Kirkjukletti, ókendi bretin, sum kom rekandi av havinum eins og olmussukirkjan á sinni...
Biðin at hava umsjón við grøvini
Bretska konsulátið bað Mikkjal hjá Diasi fáa onkran at halda grøvina.
Soleiðis kom tað í lag, at Kai Vágfjall og Eva hjá Judith, systir hansara, til einaferð miðskeiðis í 1960 árunum tóku sær av at hampa grøvina.
Samsýningin var súmbolsk, 1 pund sterling um árið. Men tey gjørdu tað sjálvsagt av virðing fyri uppgávuni og tí ókenda manninum.
Einaferð komu tveir menn úr Onglandi at vitja grøvina. Teir ótu nátturða hjá Diasi, og vóru annars væl nøgdir við, at grøvin var so væl hildin.
Tina Marna Tausen, sum eisini búði stutt frá kirkjugarðinum, fekk síðani áheitan um at halda grøvina í virðiligum standi. Og tað gjørdi hon fegin í mong ár. Samsýningin var hin sama líka til 1990 árini.
CWGC viðgongur eisini í skrivi til Tinu:
The present payment of 20 kroner does not seem very much for the care of this grave although I realize it can only be seen as a token of appreciation.
(Bretska Konsulátið 29. Aug. 1988)
Tina, sum nú er 90 ára gomul og býr í Vági, fekk í 1974 eina tøkk frá CWGC. Í henni stendur:
“Your kindness in offering to give care and attention to the above 1939/45 war grave as been reported through the Vice Bishop and the British Consulate to this office., I am writing to record how much encouragement this gives to the Commission in their work.
Periodically it is possible for me (or a mamber of my staff) to visit Sudero and when this next occurs we will be able to thank you personally for all your help.”
Eitt skiftið tók dótturin, Stina, sær av grøvini, áðrenn hon bleiv ein kommunal uppgáva.
Lítið kannað
Óvist er, um nakar hevur roynt at kanna, hvør ið ókendi maðurin var. Í ruðuleikanum og kjalarvørrinum av seinra heimsbardaga var óivað vónleyst at gera nakrar serligar kanningar. So nógvir menn vóru deyðir á sjógvi og landi, at tað mundi vera rættiliga møtimikið.
Vágsbygd misti níggju skip undir Krígnum, fýra við mann og mús. Har doyðu 27 mans – 14 av teimum vóru úr Vági. Føroyingar mistu 39 skip og 205 mans fingu váta grøv. Samskiftið millum lond var vánaligt. Neyvan hevur nakar givið sær far um ringin, sum sýslumans-frágreiðingin nevnir. Hann fór jú í grøvina við manninum.
Við internetinum ber nú á døgum til at leita í skjalasøvnum úti í víðu verð. Har mátti borið til at funnið okkurt tilfar um horvnar sjómenn?
Av korona-sóttini arbeiða søvnini í Onglandi ikki sum vanligt. Men tey royndu at hjálpa sum frægast, tá ið spurt varð eftir deyðum fiskimonnum í Norðurhøvum. Ríkisskjalasavnið í Bretlandi, www.nationalarchives.gov.uk, skeyt upp at spyrja Maritime Museum.
Sum sagt, so gjørt.
Tey komu við fleiri møguleikum, m.a. Tryggingarfelagið Lloyds, sum jú skrásetir øll sokkin skip. Ein annar møguleiki var Ancestry. Har er eitt yvirlit yvir allar deyðar enskar sjómenn 1939-1953, og kanska var okkurt at finna undir eftirnavninum N.
Og tað var tað
Bara ein byrjar við N
Einasti maður í yvirlitinum, sum eitur J H N, er John Henry Nicholls úr Grimsby*. Hann var triði bestimaður á bretska trolaranum s/s BROMELIA úr Grimsby, sum hvørvur við 13 monnum á heimleið undan Íslandi seinast í juni 1942.
Eingin veit, nær hann er horvin. Onkur bretskur trolari hevur samband við hann 22. juni. Ein av døgunum aftaná er hann so sokkin.
Hetta eru umleið 3 vikur áðrenn líkið verður funnið. Hvør veit, um Bromelia ikki er farin á føroyska landgrunninum? Trolarin er kanska sokkin so brádliga, at øll manningin er farin til botns, uttan John Henry Nicholls, sum fekk stundir at lata seg í ein bjargingarvest.
Tað er tó ikki vist, at føðistaðurin er rættur. Hann og øll manningin standa á Tower Hill Memorial í London. Har stendur hann at vera føddur í London.
John Henry Nicholls
Gátan er loyst
Tað kann hugsast, at skipið hevur siglt á eina minu. Men talan kann eisini vera um ein kavbát. Men við nýggju vitanini er gátan nú loyst.
Í 78 ár hevur hann ligið ókendur í kirkjugarðinum í Vági. Men, hvør var hesin John Henry Nicholls?
Hann var 41 ára gamal, føddur í Aberdeen, men búði í Grimsby, har hann í 1922 varð giftur Claru Annie Lee. Tey áttu tveir synir, Charles (f. 1923) og Ronald (f.1928), sigur Ltd Jennie Cartwright, Development Officer, Libraries, Lincs Inspire Grimsby Central Library, Town Hall Square, Grimsby DN31 1HG. (Henda Jennie er ættað úr Vági, langabbadóttir Jógvan Toftum, sum búsettist í Grimsby seinast í 1800-talinum).
Ringt er at koma afturumaftur so nógv ár aftaná sorgarleikin, men nú verður leitað í Onglandi eftir familju ella eftirkomarum. Í 78 ár hava øll hildið, at tað bara var Várharra, sum kendi mannin.
“Known onto God”. sum tað stendur á steininum, men nú kann neyvan vera nakar ivi um, at maðurin er John Henry Nicholls úr Grimsby.
Hjá familju og eftirkomarum má tað vera ein uggi – hóast í seinra lagi - at teirra kæri maður, pápi, abbi og langabbi ikki hvarv í Norðurhøvum, men kom í kristna jørð. Nú hvílir hann hendan kalda korona-várdag í 2020 við úthavsins strendur – í kirkjugarðinum í Vági.
Tina, Eva og Kai á grøvini 2. mai 2020
Hjartaliga takk fyri hjálpina: Torleif Augustinussen, Hans í Líðini, Hergeir Nielsen, Lena Nolsøe, Kai Vágfjall, Tina Marna Tausen, Jennie Cartwright, Steve Farrow og ensku skjalasøvnini.
Fakta:
Keldur á netinum (Wikipedia) siga, at 36.200 flotahermenn lótu lív í Krígnum. Handilsflotin misti 3.500 skip, og uml. 36.000 menn í handils-flotanum lótu lív Tá í tíðini var bretska stjórnin ikki sinnað at góðtaka sjómenn í handilsflotanum sum krígsoffur, um tað ikki kundi prógvast, at teir vóru falnir av fíggindaávum. Trolaramenn komu neyvan uppá tal í hesum sambandi..
It is difficult to estimate the total number of merchant seamen who lost their lives during World War II because the government of the time did not grant them the automatic right of commemoration by the Commonwealth War Graves Commission. Unlike the Armed Services in which every wartime death by whatever means was recorded and commemorated, the seamen of the Merchant Navy could only be remembered if their death could be proven to be attributable to enemy action... (Wikipedia)