71 læknar senda Løgtinginum skriv um fosturtøku

Læknarnir siga sína hugsan um fosturtøkumálið - hesir læknarnir hava skrivað undir

Áki Bertholdsen
30. apríl 2024 kl. 12:15

Sum tey flestu óivað hava fingið við, hevur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógamálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um, at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum upp til 12. viku.

Tað er eitt eymt mál, sum nógv hava eina rættiliga avgjørda meining um. 

Nú hevur so eisini ein bólkur av læknum gjørt vart við hesi. Hetta er ein bólkur ið kallar seg »Læknar fyri fríum vali« og teir hava samlað inn undirskriftir í sambandi við málið um fosturtøku.

Teir vísa á, at síðsta summar 2023 kunngjørdi Læknafelagið úrslitið av eini spurnarkanning um fosturtøku í Føroyum. Av teimum, ið svaraðu søgdu 106 læknar, ella 89 prosent, at kvinnan skal taka avgerðina og at galdandi lóg eigur at verða broytt, so at tað skal standa til kvinnuna sjálva at gera av um hon vil hava fosturtøku innan fyri eitt ávíst tíðarmark.

Og nú í farna mánað tóku tey stig til at samla undirskriftir ímillum føroyskar læknar

Læknar. Í hesum sambandi hava 71 læknar skriva undir upp á, at teir taka undir við 

rættinum hiá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi. Teir siga samstundis, at atgongd til lógliga og trygga fosturtøku er heilsurokt, og at avgerðarratturin um tað skal liggja hiá kvinnuni einsamallari

Skrivið er nú sent Rættarnevndini hjá Løgtinginum, sum viðgerð málið um f osturtøku, og teir 71 læknarnir, sum hava skrivað undir, eru:

Gerda Ferjá Heldarskarð

Turið Jónleyg Rein

Andrea Vansdal

Rúni Haraldson

Bara Randrup Joensen 

Turið Akraberg Poulsen

Ragnar Tausen

Stina av Kák Kollsker

Niclas Hejgaard Eysturoy

Marin i Dali

Katrin Olsen

Katrina Clementsen

Amalia Danielsen

Turið Johannessen

Ronja Mikkelsen

Bára Óladóttir á Dunga

Dagmar Johannesen

Henný Haraldsen

Sebastian Dahl Warnskjold

Marnar Fríðheim Kristiansen

Mia Heinesen

Dorrit Bech Joensen

Eyðbjørg Gaard

Birita Debes

Rannveyg Friðriksdóttir

Jacobina Kristiansen

Lillian Danielsen

Sára Johannesen

Elin Holm

Guðrun Mortensen

Herborg Líggjasardóttir Johannesen

Ása Jacobsen

Gurun Zachariasen

Jeaneth Løkjá

Fríðs við Streym

Maria Winther Dalsgaard 

Birna Skaalum Petersen

Anneke Højrup

Absalon Eysturoy

Rebekka Blak

Rúni Seloy

Turid Holm

Annika Olsen

Ragnfríð Kannuberg Tórolvsdóttir

Guðrun Holm Jacobsen

Billa Mouritsardóttir Foldbo

Malan Vitalis Joensen

Lív i Soylu

Elsa Splidt Jacobsen

Jorgen Martin Meinhardsson

Fróði Vatnhamar Olsen

Bjork K. Sofíudóttir

Katrin Rubek Nielsen

Tórhild Holm

Rannvá Kass Abrahamsen

Bartal Hestoy

Svanna Trygvadóttir

Rannvá Trygvadóttir

Ester Weihe Jacobsen

Barbara i Billustovu

Solfrid Jacobsen

Sára Rossetti

Konni Kass

Monika Biskopsto

Katrin Danielsen

Eilin Súsanna Hansen

Jórun Arge

Páll Mortensen

Aleth Lamhauge Rannva Winther

Ása Didriksen Apol

Tær, sum hava tikið stig til at samla undirskriftirnar, eru Turið Jónleyg Rein, lækni á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og Gerda Ferjá Heldarskarð, lækni á deildini fyri gynækologi og Obstetrik á sjúkrahúsinum í Hillerød.