7000 fleiri í høvuðsstaðnum enn í 1985

Lutfalsligi parturin av føroyingum, sum búgva í høvuðstaðarøkinum, er 7 prosent størri nú enn í 1985

Jóannes Hansen
12. oktober 2023 kl. 13:27

Fólkatalið veksur støðugt, og tað er hugaligt. Sambært Hagstovuni búðu tað 10. oktober 54.530 fólk í Føroyum. So stórt hevur fólkatalið ongantíð áður verið.

Hagstovan veit at siga, at í Suðurstreymoy búgva tað 22.178 fólk. Tað er eisini met.

Seinastu knappliga 40 árini er fólkatalið í høvuðsstaðnum vaksið nógv. Bæði í absoluttum tali og í lutfalsligum tali.

Í 1985 búðu 33,7 prosent av fólkinum í Suðurstreymoy, og nú býr 40,6 prosent av fólkinum í Suðurstreymoy.

Gongdin hesi knappliga 40 árini síðani 1985 hevur verið soleiðis í Suðurstreymoy:

 

1985

1995

2005

2015

2023

Suðurstreym

33,7

35,8

37,9

39,7

40,6

15301

15637

18211

19415

22178