70.000 krónur í løn um mánaðin

Aðalstjóorarnir í ráðunum undir landsstýrinum fáa á slakar 850.000 krónur í løn um ári

Árni Gregersen
14. september 2023 kl. 11:25

Landsgrannskoðanin hevur grannskoðað lønir til aðalstjórar.

Tey kannaðu útgjøldini fyri november 2022 og februar 2023. Endamálið við grannskoðanini var at kanna, um lønirnar eru goldnar samsvarandi galdandi reglum, avtalum og lønartalvu.

Aðalstjórarnir fáa slakar 69.000 krónur um mánaðin, meðan løgmansstjórin fær eitt sindur meira - slakar 75.000 krónur um mánaðin.

Skipanin við aðalstjórum kom við broytta bygnaðinum av miðfyrisitingini á ólavsøkudegi 1996, tá ið farið var frá felagsábyrgd til ráðharraábyrgd.

Tey, sum eru sett í starv sum aðalstjórar, eru sett sum tænastumenn, lønt eftir 39. lønarflokki í semju ímillum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins. Løgmansstjórin er løntur eftir 40. lønarflokki. Afturat lønini fáa aðalstjórar viðbót sambært semju frá september 2001, sum tó ikki er eftirlønargevandi.

Upphæddirnar eru seinast javnaðar 1. oktober 2021.