67 fráboðanir um storm síðani fríggjakvøldið til nú

Tað mesta er í Vágum, men eisini fleiri aðrastaðni

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tilsamans hevur løgreglan fingið 67 fráboðanir um stosmskaðar síðani hann brast á fríggjakvøldið og til í nátt. Tað er úrslitið, nú løgreglan hevur gjørt støðuna upp eftir ódnarveðrið hetta vikuskiftið.

Talan er um fráboðanir úr at kalla øllum landinum, men bara tvær eru úr Suðuroy. Tann seinasta kom úr Vági í nátt har leysar takplátur lógu og fuku í vindinum.

Serliga nógvir skaðar vóru í Vágum, helst í Sandavági, men eisini í miðvági, men annars eru skaðar um alt landið.

Einstakir skaðar eru stórir, tí talan er um heilar tekjur, sum eru farnar, og í einum føri fór eitt heilt høsnahús í luftina og endaði í bønum.

Annars er talan um nógvar tekjur, sum rivu, og vóru við at ríva, garðar eru koppaðir, onkur bátur, sum var drigin, feyk, skorsteinar koppaður og trø koppaðu og vóru til ampa, eisini tí at tey hingu út á vegin.

Í onkrum drívhúsi brotnaðu rútarnar og í Hoyvík brotnaði ein lyktapeli og leidingarnir hingu leysir og fólk visti ikki um streymur var á.

Og á Vestmannavegnum koyrdi ein bilur seg fastan beint oman fyri Kvívík, so har mátti sløkkiliðið at hjálpa til at grava hann leysan aftur.

Í øllum førum hava sløkkilið og bjargingarlið fingið boðini og tey hava havt úr at gera hetta vikuskiftið, sigur løgreglan.