Danir byrjaðu at koppseta beint eftir jól og nú beint yvir 170.000 hava fingið fyrsta prikið, boðar danska Lægemiddelstyrelsen frá, at 665 fráboðanir eru komnar um hjáárin av koppsetingini hjá Pfizer/BioNTech.
Av teimum 665 eru 117 longu viðgjørd. Størsti parturin vóru vandaleys hjáárin, sum høvuðpína, eymleiki har tað var prikað, svimbul og fepur.
21 fólk hava boðað frá, at tey hava fingið ovurviðkvæmi av koppsetingini. 17 teirra høvdu tørv á viðgerð og at verða løgd undir observatión av starvsfólkunum á koppsetingarstaðnum. Í fýra førum vóru fólk send á sjúkrahús til observatión.
Í átta førum hava fólk fingið álvarsamar allergiskar reaktiónir. Øll eru tó frísk aftur, men Lægemiddelstyrelsen sigur, at átta er eitt sindur fleiri enn væntað.
Meta ikki at samanhangur er millum koppseting og deyðsføll
Í Danmark eru 11 fólk, sum hava latið lív eftir at hava fingið koppsetingina. Fimm av deyðsføllunum eru kannað og mett verður at tað eru lítil sannlíkindi fyri, at samanhangur er millum koppsetingina og deyðsføllini, skrivar danska TV2.
Lægemiddelstyrelsen vísir á, at tað eru tey elstu og tey veikastu, sum verða koppsett fyrst og tí er einki óvanligt í at deyðsføll eru eftir koppsetingarnar.