62 tilburðir í gjár

Í løtuni eru 482 smittað

Sigurjón Einarsson
1. desember 2021 kl. 17:01

Í gjár vóru 62 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2.445 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 482 fólk smittað, tvey eru innløgd til sjúkraviðgerð, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum, skrivar korona.fo.