Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hevur verið skipað fyri stórari stuttsøgukapping, við tí endamáli at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skrivaða orðinum.
Treytirnar fyri stuttsøgurnar eru, at tær eru á føroyskum og er í mesta lagi 1200 orð, ið svarar til umleið 3 A4 síður.
Freistin var 2. apríl, og er tískil farin afturum. Tilsamans eru yvir 60 stuttsøgur komnar inn, og dómsnevndin fer nú at meta um allar søgurnar. Vinnararnir verða kunngjørdir á stóra tiltakinum í Bylgjuni í Runavík 1. mai.
Tveir vinnarar verða kosnir. Ein fyri bestu stuttsøguna ætlað børnum og ungum, og ein fyri bestu stuttsøguna ætlað ungum og vaksnum. Vinningurin er 8000 krónur í báðum bólkunum.
Á Mentanarvikuni í ár verður varpað ljós á føroyska málið. Í samband við stuttsøgukappingini varð skipað fyri einum kveikingardegi og skriviskeiði, har Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs góvu ráð um, hvussu man byrjar og skrivar eina góða søgu.
Umframt stuttsøgukappingina við kveikingardegi og skriviskeiði, vera rithøvundakvøld, fyrilestrar, bókaframløgur, skeið í framburði og nógv annað á skrá komandi tíðina.