60+ starvsfólkadagur hjá Articon

Hósdagin í farnu viku skipaði Articon fyri árliga 60+ degi sínum, tá ið tilkomnu starvsfólk felagsins hittast til gamans og álvara

Tíðindaskriv
12. mars 2024 kl. 14:00

Hósdagin farna, hin 7. mars, skipaði ArtiCon fyri árliga 60+ degi sínum, tá ið tilkomnu starvsfólk felagsins hittast til gamans og álvara.

Dagurin byrjaði uppi á Hjalla, har Jón Sigurdsson, stjóri, greiddi frá teimum verkætlanum, sum felagið stendur fyri í ovara parti av høvuðsstaðnum – innkomuvegnum, Húsareynstunlinum og stórhøllini við Tjarnir. Farið varð so við bussi at síggja arbeiðini. Ein hugtakandi túrur, og veðrið var við.

Farið varð so til døgurða á Hotel Hafnia, og eisini har var okkurt forvitnisligt á skránni. Pál Weihe greiddi frá teirri góðu heilsuni, tá man er farin um tey seksti ella er givin á arbeiðsmarknaðinum, Robert McBirnie sang og fortaldi søgur, og framløga var um verkætlanir felagsins síðan seinasta 60+ dagin.

Til dagin eru eisini tey boðin við, sum hava arbeitt hjá felagnum, men sum eru givin fyri aldur, so at tey áhaldandi kunnu fylgja sínum fyrrverandi arbeiðsplássi og starvsfeløgum. Knapt 10% av samlaða starvsfólkahópinum eru 60+.

Ein sera væl eydnaður dagur.