60 milliardir bíða um dagin

Ever Given situr framvegis fast í Suez kanalini og forðar fyri aljóða skipaferðsluni

Steinar Patursson
26. mars 2021 kl. 10:08

Ovurstóra fraktskipið, Ever Given, situr framvegis fast í Suez kanalini, og sambært BBC sigur shippingfelagið Lloyds List, at tøppurin í skipaleiðini merkir, at um 9,6 milliardir dollarar (um 60 milliardir krónur) av handilsvøru verða seinkað hvønn dag.

Tað var týsdagin, at 400 metra langa Ever Given legðist upp á tvørs og setti seg fast í kanalini, eftir at vindur sneiddi skipinum.

Hóast kanalmyndugleikarnir hava roynt at toga skipið leyst við sleipibátum og hava grivið undan gronini við gravkúm, situr skipið framvegis fast, og sambært BBC kunnu ganga vikur, áðrenn skipið sleppur leyst aftur.   

Sambært Lloyds List verða 5,1 mia. dollarar av handilsvøru flutt gjøgnum kanalina vestureftir hvønn dag, meðan upphæddin eystureftir er 4,5 mia. dollarar.

Suez kanalin hevur stóran týdning fyri altjóða handil, og mett verður, at um 12 prosent av alheimshandlinum ferðast gjøgnum kanalina.

Kanalmyndugleikarnir hava latið ein gamlan part av Suez kanalini upp aftur í einari roynd at fáa nakað av ferðslu gjøgnum kanalina, men hetta er eftir øllum at døma ikki nokk, og felagsskapurin International Chamber of Shipping, sigur, at nú hoyrast fráboðanir um skip, ið velja at leggja leiðina suður um kappan á Afrika.

- Ikki bara verða handilsvørurnar umborð á Ever Given nógv seinkaðar, men fleiri hundrað onnur skip verða eisini ávirkað. Skaðin, ið hetta fer at hava á altjóða veitingarketuna, fer at merkjast, sigur Guy Platten, aðalskrivari í International Chamber of Shipping.