60 lond skriva undir avtalu um vitlíki í kríggi
Ein altjóða samkoma um nýtslu av vitlíki í hernaðarligum høpi varð hildin fyri aðru ferð í Seoul, Suðurkorea. Tilsamans 60 lond, við millum øðrum USA og Ukraina, hava skrivað undir eina nýggja avtalu.
Halgir Winther Nagata
11. september 2024 kl. 10:50
Undirskrivaða, men óbindandi, avtalan snýr seg um at skapa felags mannagongdir fyri nýtslu av vitlíki til hernaðarlig endamál.
Fyrsta samkoman av sínum slag varð hildin í Den Haag í 2023. Tá var høvuðsendamálið at byggja eina felags forstáilsi av, hvussu vitlíki verður nýtt í hernaðarligum sambandi. Hetta árið varð samkoman í Seoul hildin við endamálinum at nærkast felags verkum.
Í fjør var Kina eitt av londunum sum skrivaðu undir avtaluna. Hóast luttøku valdu tey ikki at skriva undir í ár.
Keldur: