6. Januarnevndin mælir til at reisa ákæru móti Donald Trump

Donald Trump skal ákærast fyri at hjálpa teimum, ið framdu álop á Capitol bygningin 6. januar í 2020, heldur kanningarnenvdin hjá amerikanska umboðsmannatinginum

Mynd: Creative Commons
Steinar Patursson
20. desember 2022 kl. 09:48

6. Januarnevndin hjá amerikanska umboðsmannatinginum hevur nú latið amerikanska løgmálaráðnum áheitan um at reisa ákæru móti Donald Trump, fyrrverandi forseta, fyri hansara leiklut í uppreistrinum á US Capitol 6. Januar í 2020.

Hetta er fyrstu ferð at amerikanska kongressin hevur mælt til at reisa ákærur móti einum fyrrverandi forseta, og avgerðin kemur eftir 18 mánaðar kanningararbeiði, ið hevði til endamáls at skilja leiklutin hjá Donald Trump í ófriðinum, ið tók seg upp, eftir at Joe Biden varð valdur til forseta.

Jamie Raskin, limur í 6. Januarnevndini, sigur, at mett verður, at nóg mikið av prógvum eru fyri, at Donald Trump hjálpti teimum, ið framdu álop á Capitol bygningin, og at ætlanin hjá Trump var at órógva valdsskiftið frá sær til Joe Biden.

Tilsamans metir nevndin, at Donald Trump er sekur í fýra lógarbrotum. Umfrat at hjálpa teimum, ið framdu álopið á Capitol bygninign, hevur Donald Trump eisini roynt at leggja fótonglar fyri kanningararbeiðinum, sigur nevndin.

Tilmælið frá nevndini er júst tað; eitt tilmæli, og løgmálaráðið eru frammanundan farin undir arbeiði at kanna leiklutin hjá Trump í álopinum á Capitol.

Eisini er løgmálaráðið í fer við at kanna, um Donald Trump tók við sær loynilig skjøl, tá hann fór úr Hvítu húsunum.