Higartil eru 6.884 sivil fólk dripin í Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar í ár. Millum tey dripnu eru 429 børn.
Hetta vísir ein uppgerð, sum hásendiharrin hjá mannarættindaráðsnevndini hjá ST hevur gjørt. Stúrt verður fyri, at talið seinni vísir seg at vera munandi størri enn núverandi talið.
Umframt tey dripnu eru 10.947 sivil vorðin særd undir krígnum.
Sambært uppgerðini hjá ST eru tey flestu av teimum dripnu sivilu dripin av álopum frá skotherdeildum, rakett- og missilálopum og luftálopum.
ST metir, at talið av dripnum sivilum er munandi størri enn núverandi talið, tí enn mangla frágreiðingar frá støðum, har kríggið hevur leika harðast á. Haraftrat eru fleiri frágreiðingar, sum enn mangla at blíva váttaðar, millum annað frágreiðingar úr Mariupol og Izjum.
Uppteljingin fevnir um tíðarskeiðið frá tí at innrásin byrjaði tann 24. februar til tann 26. desembur í ár.