Í minsta lagi 54 fólk lótu lív, tá ein trailarin, sum tey vóru í, koppaði á einum vegi í statinum Chiapas í Suðurmeksiko.
Talan var um suður- og miðamerikanskar migrantar, ið vóru stúvaðir saman í einum trailara, og myndugleikarnir í Meksiko siga sambært BBC, at fleiri enn 150 migrantar vóru í lastini.
Eygnavitni siga, at trailarin fór í helvt og takið skræddist av, tá trailarin hvølvdist, og sambært BBC eru eisini myndir av vanlukkustaðnum, har neyðstøddu fólkini liggja slødd um allan vegin við síðuna av trailaranum.
Fólk, ið vóru í nánd, royndu sum best bar til at hjálpa við at geva teimum neyðstøddu vatn og at lána teimum fartelefonir, so tey kundu ringja til síni nærmastu.
Lastbilurin koyrdi ov skjótt um eitt sving, tá hann hvølvdist og rakti eina fótgangabrúgv.
Guvernørurin í Chiapas hevur váttað, at 49 fólk lótu lív á staðnum, og fimm hava síðani latið lív á sjúkrahúsinum. Harumframt hava 105 fólk – 83 menn og 22 kvinnur, fingið løstir. Nógv børn teljast eisini millum bæði tey deyðu og tey løstaðu.
Myndugleikarnir hava ikki fingið staðfest tjóðskapin hjá øllum teimum deyðu, men hildið verður, at tey flestu teirra vóru frá Honduras og Guatemala.
Førarin í bilinum og ein annar persónur við honum høvdu fingið skaða, men sluppu sær til rýmingar, áðrenn myndugleikarnir komu á staðið.