54 lond vilja hava Trump at biðja um umbering
Trump, sigst at skula hava kalla ymisk afrikonsk lond, og eisini Haiti, fyri "lortalond"
Guðrun í Jákupsstovu
13. januar 2018 kl. 10:46
Á einum fundi í Hvíta Húsinum millum fyrisitingina hjá Trump og limir í kongressini, ið snúði seg um eina integretiónsnýskipan, har m.a. nógv ung fólk møguliga kunnu blíva víst úr USA.
Á fundinum vóru fleiri demokratar og republikanarar. Tá forsetin hoyrdi, at nýskipanin eisini skuldi umfata fólk úr Haiti, skal hann sigast at hava spurt, hví hann skuldi loyva fólki frá slíkum "lortalondum" at koma til USA.
Hetta hevur fingið 54 sendiharrar úr afrikanskum londum at venda sær til ST og krevja eina umbering frá Trump.
Sjálvur noktar Trump at hava brúkt hesa orðingina.