Ongi úrslit

527 nummarplátur skulu klippast

Hevur tú ikki goldið vegskatt, ræður um at fáa gjørt hetta sum skjótast. Akstovan hevur latið løgregluni lista yvir tey akfør, ið ikki hava goldið vegskatt, og sum skulu missa pláturnar

Steinar Patursson
5 tímar síðan

Løgreglan hevur í dag fingið ein lista við 527 nummarplátum, ið skulu klippast.

Vegskatturin skal galdast tvær ferðir um árið, og gjøldini fella til gjaldingar 2. Januar og 1. Juli. Tað er altso eftirstøðan fyri fyrra hálvár, ið nú ger, at løgreglan skal út at klippa plátur.

Akstovan sigur, at áminningarskriv verðir sent tvær ferðir í hvørjum hálvári, og um gjaldið framvegis ikki er goldið, verður skriv sent til løgregluna um at taka nummarspjøldrini.

Tað er kortini ikki so, at løgreglan ger eitt ordans hál og klippir allar nummarpláturnar í senn, men vanliga verða nakrar kliptar so hvørt, og tað plagar at verða gjørt um náttina.

Einasti mátin, ið eigarin sleppur undan at fáa nummarpláturnar kliptar, er at gjalda eftirstøðuna og vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11