525 tilburðir í gjár

Í løtuni eru 4.281 fólk smittað við koronu

Sigurjón Einarsson
24. januar 2022 kl. 18:04

Í gjár vóru 525 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð, skrivar korona.fo.

2.833 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 4.281 fólk smittað við koronu. Eingin er innlagdur av, men trý fólk eru innløgd við korona.

17 fólk eru deyð við korona í Føroyum, skrivar korona.fo.