518 tilburðir í gjár

Næstan fimta hvør kanning í gjár var positiv.

Katrin Erlendsdóttir
23. januar 2022 kl. 15:57

Nýggjastu tølini frá landslæknanum vísa, at í gjár vóru 518 nýggir tilburðir staðfestir.

2619 kanningar vórðu gjørdar, og úrslitið av teimum var, at 19,78 prosent av teimum vóru positivar. Sostatt varð koronusmitta funnin í nærum fimtu hvørjari kanning, sum er met í smittutrýsti í Føroyum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð um, at tey eru smittaði, upplýsir landslæknin.

4171 fólk eru í løtuni smittaði við koronu. Eingin er innlagdur av koronu, men tvey innløgd hava koronu.

Higartil eru 17 fólk deyð við koronu í Føroyum.