Hóast tað ikki verður forsetaval í USA fyrr enn í november í 2024, so kennist vælfepurin væl. 80 ára gamli Joe Biden fjalir ikki, at hann ætlar at bjóða seg fram aftur, og nú eru longu tríggir mánaðir síðani, at 76 ára gamli Donald Trump, sum var forseti 2017 – 2020, boðaði frá, at hann ætlar sær at vera forsetavalevni hjá reupublikanarunum á forsetavalinum í 2024.
Tað verður roknað við, at fleiri aðrir republikanarar fara at bjóða seg fram. Eitt nú Mike Pence, sum var varaforseti hjá Donald Trump og guvernørurin í Florida Ron DeSantis. Og so er tað 51 ára gamla Nikki Haley, sum nú hevur boðað frá, at hon bjóðar seg fram.
-Nú er stundin komin, at eitt nýtt ættarlið bjóðar seg fram, skrivar hon á Twitter.
Nikki Haley var í tvey ár ST sendikvinna hjá USA í 2017 og 2018, meðan Donald Trump var forseti, og tá ið hon tók seg aftur, rósti forsetin henni fyri, hvussu dugnalig hon hevði verið.
Nikki Haley varð í 2011 fyrsti kvinnuligi guvernørurin í South Carolina. Tá ið hon varð vald at vera ST sendikvinna varð sagt, at hon var trúføst ímóti forsetanum. At hon nú bjóðar seg fram at kappast við Donald Trump um at verða republikanskt forsetavalevni ber sjálvandi við sær, at spurnartekin verður sett við, hvussu trúgv hon nú er ímóti Trump.
Eygleiðarar siga, at veruleikin er, at tað ber illa til at sleppa uttan um Donald Trump, og í løtuni sær tað ikki út til, at tað ber til at vinna forsetavalið við Donald Trump.
Tað verður ikki fyrr enn eftir ársskiftið, at limirnir í republikanska flokkinum kring landið fara undir atkvøðugreiðslur aum, hvønn tey vilja hava at vera forsetavalevni.
Veljarakanningar, sum fyri stuttum eru gjørdar, vísa, at Donald Trump er greitt á odda at verða forsetavalevni. 43 prosent siga seg fara at atkvøða fyri Donald Trump, 31 prosent fyri Ron DeSantis og fýra prosent fyri Nikki Haley, sum akkurát nú hevur boðað frá, at hon bjóðar seg fram.
Foreldrini hjá Nikki Haley fluttu í síni tíð úr India og til South Carolina, har tey hava staðið seg væl í vinnulívinum.