5010 harur eru skrásettar

Eyðfinn Magnussen heitir á harumenn um at skráseta túrarnar

Haruskjóting í Føroyum
11. januar 2025 kl. 13:59

Eyðfinn Magnussen skrivar soleiðis í facebookbólkinum Haruskjóting í Føroyum:

Nú eru 545 túrar skrásettir í 205 høgum kring landið. Men enn mangla nógv tøl .

Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.

Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.

Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.

Í teimum "gulu høgunum" hava teir IKKI skotið harur í 2024.

Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar 

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”.

- brúkaranavn: hs

- loyniorð: login

Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.

Um tú yvast í hvussu hagin eitur, ber til at fara inn á hesa síðuna:

https://kort.foroyakort.fo/hagakort/

Á hesum leinkinum er eitt kort yvir allar hagarnar í Føroyum, og hvussu hagarnir eita.