Hvønn dag ganga yvir túsund fólk á økinum kring farstøðina á Eystaru bryggju. Hesi verða nú øll blakaði út í óvissuna.
Sambært hagtølum hjá Strandferðsluni, so komu og fóru 263.000 fólk við Smyrli í 2023. Hesi fóru øll framvið farstøðini á Eystaru bryggju. Onnur 110.000 ferðandi vóru í bussi úr Tórshavn til Klaksvíkar og øvugt.
Flest øll fóru av ella í bussin á Farstøðini. Leggja vit so flogleiðina hjá Bygdaleiðum aftrat, so eru onnur 67.000, og við Vestmannabussinum vóru tilsamans 25.000 ferðandi í 2023.
Harumframt eru ein ørgrynna av fólki, sum dagliga sirkulera runt farstøðina, við teimum ørindum at fylgja familju og vinfólkum avstað ella taka ímóti fólki, sum koma við Smyrli ella bussi.
Tilsamans er talan um eini 500.000 fólk um árið.
Nú skulu øll hesi ruddast av vegnum. Hvar tey skulu fara, veit eingin. Fyri mær er tað óskiljandi, at man bara soleiðis kann siga, at hesi skulu fjernast.
Tað var annars gleðiligt at síggja, at tað er massiv mótstøða í høvuðstaðnum ímóti ætlanunum um at staðseta tjóðleikhús á bryggjuni. Heili 72 prosent vóru ímóti vísti spyrkanning í síðstu viku. Tað vísir, at fólk hugsa um okkara útflutning, sum fer um havnina.
Vónandi raknar onkur býráðspolitikari við, áðrenn farið verður víðari við verkætlanini.
PS. Myndin er tikin ónsdagin í síðstu viku - ein vanligur dagur. Her er ikki nógv pláss at spæla sjónleik á.
Henrik Old.
løgtingsmaður