Føroyar skulu taka ímóti 50 flóttafólkum afturat úr Ukraina. Tað vil landsstýrið og tað verður uppskot lagt fyri Løgtingið um í næstum.
Sum lógin er nú, kunnu 200 flóttafólk úr Ukraina koma til Føroya, men nú verður kvotan hækkað til 250 flóttafólk.
Higartil hava 180 flóttafólk úr Ukraina fingið uppihaldsloyvi í Føroyum og landsstýrið sigur, at sum heild hevur tað gingið væl at taka ímóti teimum. Talan er um 103 kvinnur, 25 menn og 52 børn. Landsstýrið sigur, at 41 av teimum eru farin úr Føroyum aftur.
Tey flestu búgva í Havn. Í løtuni búgva 106 ukrainsk flóttafólk í Tórshavnar kommunu og 30 av teimum eru børn undir 18 ár. Tórshavnar kommuna hevur longu ein integratiónssamskipara, ein flóttafólkasamskipara umframt ein ukrainskan tulk í starvi.
Undirvísingarstýrið upplýsti í desembur, at 17 ukrainsk flóttafólk gingu í kvøldskúlanum at læra seg føroyskt og 12 koma afturat í januar. Men av tí, at kvotan skjótt er uppi, verður hon nú hækkað upp í 250 fólk.
Fleiri av flóttafólkunum fáa veitingar frá Almannaverkinum. Landsstýrið sigur, at í desembur vóru tað 60 ukrainsk flóttafólk, sum antin fingu fulla veiting, ella ískoyti frá Almannaverkinum. Talið er hækkað síðani septembur og orsøkin er, at flóttafólkini ofta hava tíðaravmarkað størv, og at tað er ringt at finna størv til tey.