Á hesum degnum í 1973 varð friðaravtala undirskrivað millum partarnar í Vietnamkrígnum. 14 ár eftir at kríggið byrjaði í 1959. Tað skrivar Ritzau.
Vietnamkríggið var eitt vápnað stríð millum kommunistiska Norðurvietnam, við stuðli frá Sovjetsamveldinum og Kina, og Suðurvietnam við stuðli frá USA.
Hóðast friðaravtalan kom í hús helt bardagin á, men uttan amerikanskar hermenn á víðvøllinum.
Kommunistiska Norðurvietnam gjørdi stór framstig, og suðurvietnamesiski herðurin, sum áður hevði fingið hernaðarhjálp frá amerikanarum, misti fleiri og fleiri fólk og fall til síðst. Kríggið endaði í 1975.
Amerikanska tjóðin var øgiliga ósamd um avgerðina, at blanda seg upp í Vietnam kríggið og har vóru næstan dagligar mótmælisgongur í sambandsríkinum gjøgnum krígsárini.
Niels Bjerre-Poulsen er lektari innan amerikansk viðurskifti á Syddansk Universitet og hevur skrivað eina bók um Vietnamkríggið. Niels Bjerre-Poulsen sigur at kríggið enn spøkir í USA. Vietnamkríggið virkar sum ein ávaringarlampa, tá landið umhugsar at blanda seg í ósemjur.
- Kríggið hevur havt ta ávirkan, at hvørjaferð landið leitar eftir onkrum ósemjum sum minna um tí í Vietnam. Um tað so er í Afghanistan ella arðastaðni, so eru tað somu alarmklokkurnar sum siga: Eru vit ávegis í eitt nýtt Vietnam?, Sigur Niels Bjerre-poulsen.
Meginparturin av fólkinum er í dag av tí sannføring, at tað var eitt stórt mistak at USA sendi hermenn til Vietnam.