Ongi úrslit

5 daga veðurforsøgn

© Tomáš Malík
Jóhanna Højgaard
9. juni kl. 15:55

Eitt lágtrýst vestanfyri Føroyar ferðast spakuliga eystureftir. Eitt brúgvalag haðani hevur ælaveður við sær til Føroyar. Eftir tað fylgir ein hátrystryggur við góðveðrið til Føroyar. Mikudagin fer eitt lágtrýst, 991 hPa, vesturi í hav at ferðast í landsynning meðan tað fyllist upp. Eitt brúgvalag haðani við regni ferðast inn yvir Føroyar mikudagin. Eftir tað eitt rák sunnan við ælaveðri.

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot norðan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og ælaveður. Um náttina veksandi vindur. Hitin 4 til 8 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, men sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin minkandi vindur. Samdrigið og regn, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Seinnapartin lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum sólglottar. Hitin 9 til 14 stig.

https://www.vedur.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49