45 stig eru millum Fuglafjørð og Eysturkommunu

Felags fyri teir tríggjar favorittarnar í kvøld var, at teir vunnu trivaligar sigrar

Jóannes Hansen
5. august 2024 kl. 22:39

Punktum varð í kvøld sett fyri 17. umfar í bestu fótbóltsdeildini. HB á heimavølli ímóti Skála og Víkingur og B36 á útivølli ímóti ávikavíst ÍF og EB/Streymi vóru stórfavorittar. Og favorittarnir vunnu í kvøld tilsaman 13-0.

Tølini siga, at Víkingur av álvara hevur takð á ÍF, og soleiðis endaði tað eisini í kvøld. Víkingur vann 6-0, hóast leiðslan eftir fyrra hálvleik var 1-0, og hóast ÍF hevði møguleikar at javna, áðrenn gestirnir í Fløtugerði av álvara gjørdu bart.

Víkingur er topplið við 48 stigum, og ÍF er botnlið við trimum stigum. Tað eru altso 45 stig á støðutalvuni millum grannarnar. Orsøkirnar til tað eru fleiri. Í kvøld var lætt at staðfesta eina orsøk. Meðan Víkingur spældi við liði, har spælararnir kenna hvønn annan út og inn, so hevði ÍF tveir spildurnýggjar spælarar á liðnum, nú tað verður roynt at fáa sum frægast burturúr. Hesir báðir eru Símun Kalsø og Silas Gaard, sum eru leigaðir úr Klaksvík.

Í Streymnesi vann B36 4-0 ímóti EB/Streymi. Hetta er størsti sigurin hjá B36, síðani Magne Hoseth tók við sum venjari í árstalsfelagnum. B36 er fimm stig frá fjórða plássinum, sum NSÍ er á. Mánakvøldið verður talan um stóra uppgávu hjá Magna Hoseth og B36, sum fáa vitjan av Víkingi.

Í Europa er leikluturin hjá Víkkngi av á hesum sinni. Í heimligu kappingini hevur Víkingur vunnið átta teir seinastu landskappingardystirnar við málmuninum 28-1!

Í Gundadali var tað órógvandi, tá ið HB hevði vitjan av Skála, at fleiri spælarar fóru skaddir av vøllinum. Eitt nú liðformaðurin og miðverjin hjá Skála, Jákup Jakobsen, og so varð HB málverjin, Teitur Matras Gestsson, sum higartil í ár hevur verið sera sannførandi, skaddur í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

HB vann 3-0, og nú eru tað trý stig frá KÍ og fram til HB, sum er næstfremst og er seks stig afranfyri Víking.

Leygardagin fer HB at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og Skála fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti grannunum í NSÍ.

 

ÍF – Víkingur 0-6 (0-1)

0-1: Sølvi Vatnhamar 12.

0-2: Poul Kallsberg 48.

0-3: Olaf Bárðarson 57.

0-4: Olaf Bárðarson 70.

0-5: Sølvi Vatnhamar 82.

0-6: Signar á Brúnni 90.

 

EB/Streymur – B36 0-4 (0-2)

0-1: Zean Dalügge 15.

0-2: Zean Dalügge 31.

0-3: Jann J. Benjaminsen br 81.

0-4: Gutti Dahl-Olsen 88.

 

HB – Skála 3-0 (1-0)

1-0: Dávid Reynheim 21.

2-0: Emmanuel Duah 47.

3-0: Hanus Sørensen 88.

 

 

Víkingur

17

16

0

1

53

7

48

HB

17

14

0

3

36

13

42

17

13

0

4

36

16

39

NSÍ

17

10

1

6

40

22

31

B36

17

7

5

5

37

29

26

07 Vestur

17

6

3

8

22

39

21

Skála

17

4

2

11

18

36

14

B68

17

2

5

10

12

32

11

EB/Streymur

17

3

1

13

15

35

10

ÍF

17

0

3

14

14

54

3

18. umfar

Leygardagin 10. august

NSÍ – Skála: Rúni Gaardbo kl. 16.00

EB/Streymur – HB: Áki Leitisstein Hansen kl. 17.00

Sunnudagin 11. august

KÍ – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 15.00

B68 – 07 Vestur: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00

Mánadagin 12. august

B36 – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30