Fyrrapartin í hesi vikuni var løgreglan í Suðuroy við tí endamáli at kanna ferðsluna.
Mánadagin, týsdagin, og fyrrapartin mikudagin, kannaði løgreglan ferðsluna í Suðuroy í tilsamans 49 tímar. Og hesar tímarnar tóku tey næstan ein bilførara um tíman, tí tilsamans vóru tað 45 bilførarar, sum fingu bót.
Flestu ferðslukanningarnar vórðu gjørdar á Tvøroyri og í Vági, men løgreglan leggur afturat, at yvirhøvur var talan um smáttarí.
Álvarsligastu málini tey skrivaðu upp, vóru fýra bilførarar, sum koyrdu børn í skúla, uttan at seta tey í trygdarbelti.
Annars var talan um smá lógarbrot, tí heili 17 bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og níggju bilførarar koyrdu við dekkum, sum vóru so slitin, at tey luku ikki krøvini.
Á tíggju bilum vóru lyktir brostnar og ein bilførari brúkti lyktirnar skeivt. Eitt nú er tað heilt vanligt at koyra við tokulyktum, tá ið tað ikki er toka, og tað kostar altso eina bót.
Ein bilførari fekk eisini bót fyri at hava brúkt hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Annars fekk ein bilførari eisini bót fyri at hava bilin standandi í tómgongd. Tað er ikki loyvt at hava bilin í tómgongd í meiri enn tríggjar minuttir, annars fær bilførarin bót.
Annars fingu tríggir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt - og tveir av teimum koyrdu so mikið skjótt, at teir eisini fingu klipp í koyrikortið, og tað merkir, at teir hava koyrt ímillum 101 og 110 kilometrar í óbygdum øki.