Republikansku tingmenn í ovaru deild lóggávutingsins í USA royna at fáa Senatið til at vraka ríkisrættarmálið móti Donald Trump.
Í gjárkvøldið var atkvøðugreiðsla í Senatinum, ið kann takast sum ein ábending um, hvat er í væntu. Her atkvøddu 45 av 50 republikansku senatorunum fyri einum uppskoti at vraka ríkisrættarmálið, har fyrrverandi forsetin er ákærdur fyri at hava eggjað til ófrið.
Uppskotið varð tó ikki samtykt, tí allir 50 demokratarnir í Senatinum atkvøddu ímóti at vraka sakina. Tað sama gjørdu fimm republikanskir senatorar.
Skal Trump dømast í ríkisrættarmálinum, so skulu tveir triðingar av Senatinum atkvøða fyri ríkisrættarmálinum. Hetta merkir, at 17 republikanarar skulu atkvøða saman við demokratunum.