Bretsku myndugleikarnir hava álagt, at ein bretsk kanningarstova fyribils skal steðga við privatum koronakanningum, tí illgruni er um, at stovan hevur givið upp ímóti 43.000 koronusmittaðum falsktnegativ svør.
Tað skrivar Reuters.
Í løtuni er ikki ókeypis at lata seg kanna fyri COVID-19, um ein ætlar sær at ferðast til ella úr Stóra Bretlandi. Kravt verður, at ein kannast fyri koronu í seinasta lagi tveir dagar aftaná komu til Stóra Bretlands, og hetta skal mann gjalda fyri sjálvur. Bretska heilsuverkið tekur sær ikki av koronukanningum í sambandi við ferðing. Av tí sama eru nógvar privatar fyritøkur stovnaðar við tí endamáli at fremja koronakanningar privat, og kostnaðirnir eru sera ymiskir.
Ein teirra er Immensa Health Clinic, ið rekur eina koronukanningarstarvsstovu í Wolverhampton. Fyritøkan sjálv varð stovnað í fjør mai, og hevur vunnið sáttmálar samsvarandi til 15 milliard fyri at greina koronukanningar. Bretska heilsuverkið fekk illgruna um, at koronukanningarstarvsstovan hevði givið skeiv svør, tá nøkur teirra, ið fingu negativt svar við eini PCR-kanning frá stovuni, fingu stutt aftaná positivt svar við eini sokallaðari ‘rapid-flow lateral’ kanning. Slíkar kanningar sigast ikki at vera líka álítandi sum PCR-kanningar, og verða annars ikki framdar í Føroyum.
Nú hevur UK Health Security Agency (UKHSA) álagt, at kanningarstovan steðgar alt fyri eitt við at greina koronukanningar, til UKHSA hevur fingið kannað málið nærri. UKHSA hevur kunngjørt, at eini 43.000 fólk hava møguliga fingið falsktnegativ svør upp á koronukanningar framdar í tíðarskeiðnum frá 8. september til 12. oktober, og serliga í Suðuronglandi. Hetta hevur kanska havt við sær, at fleiri hava verið úti millum fólk og smittað onnur, uttan at verið tilvitað um tað.
UKHSA sigur, at einki bendir á, at nakað feilar kanningunum sjálvum. Tí er talan helst um brek við skipanini hjá Immensa Health Clinic, og fólk, ið búsitandi eru í Stóra Bretlandi, eiga at kunna enn líta á galdandi skipnanini við koronukanningum, og hinum koronukanningarstarvsstovum annars.
Stjórin hjá Immensa Health Clinic, Andrea Riposati, sigur seg vilja samarbeiða við UKHSA í kanningini av málinum. Hann rekur annars eina aðra fyritøku, Dante Labs, ið eisini fremur koronukanningar. Ákæra er somuleiðis reisd ímóti Dante Labs, fyri ikki at hava givið fólkum svør upp á koronukanningar stundisliga, ella í summum førum fyri aldrin at hava givið svar.