“43 bagatellir” eitur nýggjasta útgávan hjá Katrin Ottardóttir, ið kemur út fríggjadagin 2. mars.
Katrin Ottardóttir gjørdi fyrstu ferð vart við seg í 2012, tá hon gav út yrkingasavnið “Eru koparrør í himniríki”, sum hon árið eftir fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri.
Í 2015 gav hon út enn eitt yrkingasavn, “Messa fyri einum filmi”, og í 2016 gav hon út stuttsøgusavnið “Aftanáðrenn”.
“43 bagatellir” er fjórða bókin hjá henni.
“43 bagatellir” er eitt savn við 43 stuttum prosatekstum, ið øll eru neyvt 300 orð til longdar og bera eitt heiti upp á 1 orð. Sjálvt bókin er 96 síður.
Hugskotið til nýggja savnið fekk hon í fjør, tá ein argentiskur rithøvundur heitti á hana um at skriva eina søgu til eina altjóða antologi við stuttum stuttsøgum. Søgurnar skuldu vera umleið 300 orð til longdar.
Søgan, sum Katrin tá skrivaði, var neyvt 300 orð, og hon fekk hug at gera eina heila lítla bók, har allar søgurnar høvdu hesa longd.
Søgurnar í bókini eru rættiliga ymiskar. Sambært innihaldsyvirlitinum snugva tær seg um mangt og hvat, millum annað eina altan, eitt baðikar, ein barnavogn, ein glasrút, ein keypmann og eitt ur.
Orðið “bagatell” verður í dagligari talu brúkt um okkurt, ið hevur lítið uppá seg. Hvørt bagatellirnar í hesari bókini bara eru bagatellir er upp til lesaran at avgera.
Í samband við bókaútgávuni verður almenn bókaframløga í Gamla Bókahandli í Havn fríggjadagin kl. 16, har Katrin Ottarsdóttir fer at lesa upp úr bókini. Síðst í mars kemur bókin eisini út í danskari útgávu.