42 ára gamal maður smuglaði tvey kilo av hasji til Føroya

Í januar hevur løgreglan lagt hald á heilt nógv rúsevni. Seinasta handtøkan var í gjár, tá ein 42 ára gamal maður royndi at smugla tvey kilo av hasji til Føroya.

Dan Lamhauge
16. januar 2021 kl. 19:45

Í gjár handtók løgreglan ein 42 ára gamlan mann á flogvøllinum í Vágum. Tað vóru tollarar, sum høvdu afturhildið manninum, sum royndi at smugla tvey kilo av hasji til Føroya.

Í dag varð hann framstillaður í grundlógaravhoyri í Føroya Rætti, har hann játtaði seg sekan.

Mentalkanning úr Danmark vísir, at maðurin ikki er egnaður til fongsulsrevsing, og tí fekk hann ein viðgerðardóm, sum er virkin í 5 ár.

Hetta er aðru ferð innan eina viku, at hald er lagt á stórar nøgdir av rúsevnum í Føroyum, og báðu ferð eru menn handtiknir í málinum.

Vakthavandi á politistøðini, Hallgrím Hansen, sigur, at hetta er ein størri fongur. Hann sigur eisini, at royndirnar hjá politinum eru, at tvey kilo av hasji hava ein marknaðarprís á upp ímóti hálvari millión krónum.

Hallgrím Hansen staðfestir, at í januar hevur løgreglan lagt hald á stórar nøgdir av rúsevnum, væl yvir miðal. Um samanhangur er millum teir handtiknu vil hann tó ikki gera viðmerkingar til. Hann vísir bert á, at tað er m.a. tað, sum løgreglan nú skal kortleggja.