Í dag úttók svenski landsliðsvenjarin roynda áleyparan Zlatan Ibrahimovic, sum ikki hevur verið landsliðstøkur síðan mars mánaða í fjør orsakað einum knæskaða.
- Eg og Zlatan hava havt regluligt samband í tíðini hann hevur verið skaddur. Nú er hann so mikið væl fyri, at hann aftur kann spæla fyri landsliðið. Hansara persónligheit og royndir hansara fara at lyfta hópin nógv, sigur landsliðsvenjarin í sambandi við úttøkuna.
41 ára gamli áleyparin er ikki førur at spæla 90 minuttir, og tí er tað eisini púra óaktuelt at byrja inni við honum.
- Tankin er, at hann skal kunna koma inn í dystunum. Eg síggi hann ikki sum ein spælara sum fer at byrja inni, men har er ein møguleiki hjá honum at blíva skiftur inn, sigur Janne Andersson.
Zlatan Ibrahimovic fekk sín eldóp á landsliðnum í 2001, einans 19 ára gamal. Hann er áður givin á landsliðnum, men gjørdi í 2021 comeback eftir ein fimm ára steðg.
Hann hevur spælt 121 dystir í gulu troyggjuni, og hevur skotið 62 mál fyri Svøríki.