4000 føroyingar fara til Berlin

Í dag er ein mánaður, inntil landsliðið fer til Berlin at luttaka í EM endaspælinum í hondbólti

Jóannes Hansen
9. desember 2023 kl. 18:20

Fyrst eru tað jólini og nýggjárið. Og so verður tað EM endaspælið í manshondbólti.

Eftir ársskiftið fara Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð at luttaka í EM endaspæli. Tað er manslandsliðið í hondbólti, sum verður partur av EM endaspælinum, sum verður í Týsklandi. Føroyar fara at spæla allar tríggjar dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum í Berlin, og fyrsti dysturin verður hósdagin 11. januar.

Áhugin millum føroyingar at fara til Berlin fyri at vera á staðnum, tá ið Føroyar fara at luttaka í søguliga endaspælinum, hevur verið sagdur at vera stórur.

Gunn Ellefsen forkvinna í Hondbóltssamband Føroya sigur, at tað fara at vera umleið 4000 føroyingar í týska høvuðsstaðnum teir dagarnar, tá ið Føroyar fara at spæla.

Atlantsflog skipar fyri fleiri beinleiðis flogferðum úr Føroyum og til Berlin, og so eru tað nógvir føroyingar í Keypmannahavn og Danmark, sum ætla sær til Berlin at hyggja eftir hondbólti.

Føroyska liðið hevur eina styttri samling millum jól og nýggjár, 27. og 28. desember, og so savnast liðið aftur til venjingar í Havn tann 1. januar og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi, fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar, báðar dagarnar kl. 19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar koma til sølu seinni í dag á atgongumerki.fo.

Týsdagin 9. januar ella í dag um ein mánaða ferðast liðið til Berlin, og so verður tað álvari í EM endaspælinum, har skráin í innleiðandi umfarinum í Berlin sær soleiðis út:

Hósdagin 11. januar kl. 17.00 Slovenia – Føroyar

Leygardagain 13. januar kl. 19.30 Føroyar – Noreg

Mánadagin 15. januar kl. 17.00 Pólland – Føroyar