40 deyð í flogvanlukku í Kathmandu

Eitt flogfar við 71 fólkum umborð krasjaði undir lendingini á flogvøllinum í Kathmandu í Nepal seinnapartin í dag. Í minsta...

Elisa Vang
12. mars 2018 kl. 14:46

Eitt flogfar við 71 fólkum umborð krasjaði undir lendingini á flogvøllinum í Kathmandu í Nepal seinnapartin í dag. Í minsta lagi 40 fólk lótu lív og í minsta lagi 22 fólk yvirlivdu. Tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.

Bjargingarfólk fingu togað lík úr uppkolaða vrakinum av US-Banglaflúgvaranum úr Bangladesh. 

Flúgvarin snaraði knappliga av breytini undir lending.

Ein ferðandi yvirlivdi vanlukkuna, tí hann megnaði at sleppa út gjøgnum eitt vindeyga. Hann hevði boðað frá, at fyrst byrjaði flúgvarin at ristast og síðan hoyrdist eitt øgiligt buldur.

Eftir sýnda samkenslu, lovaði nepalesiski forsætismálaráðharrin, at málið verður kannað alt fyri eitt.

Flúgvarin, ið fleyg úr bangladesiska høvuðstaðnum Dhaka, var av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 turboprop, og var 17 ára gamal. 

Sambært FlightRadar24 lendi flúgvarin klokkan 14.200 lokala tíð.

"Flogfarið hevði fingið loyvi at lenda úr sunnaru síðuni av breytini... men tað lendi úr norðraru", segði Sanjiv Gautam, aðalstjóri á nepalesiska luftferðslumynduleikanum Civil Aviation Authority, við Kathmandu Post. "Okkum vantar enn at staðfesta orsøkina til óvanligu lendingina", helt hann fram.

Eldur kom í flúgvarin og roykskýggj vóru at síggja omanfyri flogvøllin.

Basanta Bohora, ið yvirlivdi vanlukkuna, greiddi frá sínum upplivingum úr sjúkrahússongini.

Einki óvanligt var undir fráferðini úr Dhaka, men flúgvarin byrjaði at at bera seg undarliga at, tá hann nærkaðist Kathmandu, segði hann. 

"Brádliga fór flúgvarin at ristast ógvusliga og síðan var eitt ordans buldur", endurgav Kathmandu Post hann fyri at siga.

"Eg sat nærindis vindeygað og megnaði at bróta út gjøgnum vindeygað", legði hann aftrat.

"Eg minnist einki eftir eg slapp úr flúgvaranum, onkur fekk meg á Sinamangal sjúkrahúsið, og hafrá førdu vinfólk meg til Norvic sjúkrahúsið. Eg havi løstir á høvdinum og á beinunum, men eg eri heppin, at eg yvirlivdi".

Umborð á flúgvaranum vóru 67 ferðafólk og fýra starvsfólk.

Mann veit, at 33 ferðafólk vóru nepalesar, 32 vóru benglalar, ein var úr Kina og ein var úr Maldivunum.

Út av teimum 40 deyðu, doyði 31 av teimum á flogvøllinum og níggju doyðu á sjúkraúsinum, hava keldur í løgregluni boðað BBC News frá. Enn vanta níggju fólk.

Millum tey 22 løstaðu, eru summi illa løstaði.