40 ár síðani Svimjifelagið Flot varð sett á stovn

Svimjifelagið á Toftum varð sett á stovn tann 2. april í 1984

Fríðmundur Nattestad
3. apríl 2024 kl. 17:00

Í samband við stovningardagin skipaði felagið fyri innanhýsis kapping millum svimjararnar hjá Flot. Aftaná varð boðið til stórt kakuborð í forhøll skúlans.

Í forhøllini hevði Rúni Gaardbo, venjari, eisini sett upp eina flotta samling av ymsu búnunum hjá Flot í hesi mongu ár.

Til høvið handaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, heiðursmerkir.

Borgarstjórin bar eisini fram eina heilsan og tøkk til felagið, áðrenn hann handaði blómur og eina gávu til til felagið. Les heilsanina frá borgarstjóranum her.

Heidi Jacobsen, sum í mong ár hevur verið forkvinna í Flot, takkaði kommununi fyri gott samstarv, fyri heilsanina og gávu á føðingardegnum.