Eins og Dimmalætting metti fór at verða byrjunaruppstillingin móti Litava, so fara Føroyar at spæla við einari 4-4-2 leikskipan. Eisini er greitt, at Gunnar Nielsen verjir málið í kvøld.
Føroyska verjan verður mannað við Gilla Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham og Viljormur Davidsen, sum eisini er liðskipari. Á miðvøllinum verða Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen, Rene Shaki Joensen og Meinhard Olsen, og fremstu menn verða Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.
Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Gestsson, Mattias Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Mads Boe Mikkelsen, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.
Dysturin á LFF Stadion verður floytaður í gongd klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Litava.
Litaviska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tað er ókeypis atgongd til dystin. Tað er tískil ilt at meta um, hvussu nógvir áskoðarar tilsamans verða kring vøllin, men litaviskir miðlar meta, at tað kanska vera 2.500 áskoðarar til dystin. Í øllum føri verða millum 80-100 føroyskir fjepparar á stadion, sum hevur umleið 5.100 sitipláss.
Litaviska landsliðið fer at spæla við einari 4-2-3-1 leikskipan, har vit serliga skulu halda eyguni við Fedor Cernych og Arvydas Novikas.