357 nýggir krabbameinstilburðir vóru skrásettir í 2022

Nýggj frágreiðing er løgd fram um krabbameinstilburðir i Føroyum 2013 - 2022

Heilsustýrið
19 tímar síðan

Heilsustýrið hevur júst givið út nýggja frágreiðing um Krabbameinstilburðir í Føroyum í tíðarskeiðnum 2013-2022. Hetta er fyrsta frágreiðing um krabbameinstilburðir frá Heilsustýrinum, og í framtíðini fer ein nýggj frágreiðing at verða løgd fram á hvørjum ári.

Endamálið er, at hagtøl um krabbamein eru tøk fyri almenninginum í Føroyum. Frágreiðingin vendir sær til fakfólk innan heilsuøkið, granskarar, myndugleikar, politikarar og leikfólk, ið hava áhuga fyri heilsuhagfrøði.

Frágreiðingin inniheldur tøl úr føroysku Krabbameinsskránni, sum vísa gongdina fyri nýggjar krabbameinstilburðir í tíðarskeiðnum frá 2013 til 2022. Hetta fevnir um øll krabbameinssløg, harafturat skift sundur í útvaldar diagnosubólkar. Eisini verður greitt frá, hvussu prevalensurin av krabbameini er í føroysku búfjøldini. Harafturat eru talvur, ið vísa eitt meira nágreinað býti.

Í 2022 vóru tilsamans 357 nýggir krabbameinstilburðir skrásettir í Føroyum, hetta er sami títtleiki sum í 2021.

Tá ið hugt verður at prevalensinum sæst, at við ársenda 2022 vóru 3.965 fólk, ávikavist 1.772 menn og 2.192 kvinnur í Føroyum, sum livdu við krabbameini, ella sum áður høvdu fingið staðfest eina krabbameinsdiagnosu (prevalentir tilburðir). Yvir alt tíðarskeiðið hevur prevalensurin bæði hjá kvinnum og monnum víst eina støðuga hækking, og tað merkir, at fleiri føroyingar liva við krabbameini.

Frágreiðingin um krabbameinstilburðir í Føroyum 2013-2022 kann lesast her: https://www.heilsustyrid.fo/.../nyggj-fragreiding-um...