Tað er hitabylgja í Norðuramerika í hesum døgum. Í Vancouver í Kanada og býunum nærhendis hevur hitabylgjan higartil kostað 34 mannalív.
Síðani seinasta vikuskiftið hevur ógvislig hitabylgja verið útnyrðings USA og Kanada. Hitametið í Kanada er sligið tvær ferðir seinastu dagarnar, og tað hevur gingið hart útyvir tey eldru. Fyrradagin máldu teir hitan til 47,9 hitastig.
– Hóast andlátini enn verða kannaði, so er tað hitin, ið hevur gjørt seg galdandi í flestu andlátum, sigur løgreglan í Vancouver, sambært AFP-tíðindastovuni.
Heitari enn í Las Vegas
Hitametið frá 1937, ið tá varð mált til 45 hitastig, er sligið tvær ferðir seinastu dagarnar. Sunnudagin varð mált 46,6 hitastig í Lytton í British Columbia, umleið 260 kilometrar í ein landnyrðing úr Vancouver. Og fyrradagin – mánadagin – var aftur nýtt hitamet mált, tá hitin varð máldur til 47,9 hitastig í sama býi.
Til samanberingar kann nevnast, at hægsti hitin, ið nakrantíð er máldur í Las Vegas, sum liggur í Mojave-oyðimørkini í Nevada, er 47,2 hitastig.
Miðalhitin í Lytton í Kanada fyri juni er annars umleið 24 hitastig.
Dagføring:
Nú er júst nýtt hitamet mált í Lytton í Kanada. Nýggja hitametið er 49,5 hitastig.
Løgreglan í Vancouver metir nú, at umleið 70 fólk eru deyð vegna nógva hitan síðani fríggjadagin í farnu viku.