32 ungfólk úr átta skúlum fara á ungdómsting

Ungdómsting verður mánadagin og týsdagin í næstu viku

Tíðindaskriv/Løgtingið
1. februar 2024 kl. 12:38

Í komandi viku, dagarnar 5. og 6. februar verður løgtingshúsið aftur mannað við skúlanæmingum, tá níggjunda ungdómstingið verður hildið.

32 ungfólk úr átta skúlum verða við. Í juni í fjør beyð løgtingsforkvinnan næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í Ungdómstinginum.

5. og 6. februar fara næmingarnir sjálvir at seta dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein gó møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

·        at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið

·        at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum

·        at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði

·        at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Tá freistin var úti, høvdu átta skúlar sent 20 uppskot inn. Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í Ungdómstinginum. Uppskotini fevna millum annað um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og revsing fyri neyðtøku.

Ungdómstinglimirnir umboða Eysturskúlan, Runavíkar kommunuskúla, Tofta skúla, samstarvið millum Runavíkar og Tofta skúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan við Streymin, Sandoyar Meginskúla og Fuglafjarðar skúla..

Uppskotini verða at lesa á heimasíðuni hjá Ungdómstinginum, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið 2024 verður at finna.