Tað eru í minsta lagi 32 fólk deyð, eftir ein eldsbruna í eini kareokebarr í býnum Thuan An i Vinh, sum liggur í sunnara partinum av Vietnam. Talan er um 17 menn og 15 kvinnur.
Hesum hava myndugleikarnar í morgun boðaða frá sambært vietnamesisku tíðindastovuni VNA, skrivar Ritzau.
Eldurin tók seg upp týskvøldið, tá áleið 60 persónar vóru í barrini, og tað gekk skjótt fyri seg. Summir av gestunum fingu roykeitran, meðan nógvir av gestunum lupu av altanini fyri at sleppa sær undan logunum. Fleiri av teimum, ið lupu brutu bæði armar og bein.
Hildið verður at orsøkin til eldsbrunan var eitt elektrisk skammlop. Sløkkiliðið fekk tamarhald á eldinum seint týskvøldið, tó eydnaðist tað ikki at sløkkja hann endaliga fyrr enn mikudagin.
Tað hevur verið trupult og tikið langa tíð at finna fleiri av ofrunum, men nú er leitanin av.