32 koronasjúklingar umborð: Karelia enn einaferð

Tað er aðru ferð uppá minni enn eitt ár, at russiska skipið Karelia hevur nógvar koronutilburðir umborð. Seinasta summar kannaðu føroysku myndugleikarnir manningina og tá funnu teir 21 mans við korona. Hesaferð var talið 32

Sveinur Tróndarson
20. juni 2021 kl. 23:57

Tað er ikki fyrstu ferð, at Karelia verður fangað í føroyska koronaeftirlitinum.

Beint fyri ólavsøku í fjør fóru føroysku heilsumyndugleikarnir umborð á russiska skipið at kanna manningina, tí tað var illgruni um, at nógvir teirra vóru sjúkir, og so høvdu teir eisini verið í landi.

Og illgrunin var rættur, tí tá kanningarnar vóru lidnar vístu royndirnar, at 21 av manningini høvdu korona.

Beint undan vikuskiftinum kom Karelia á Runavík, tí hon skuldi umskipa og tí hon skuldi skifta nakrar av manningini, og enn einaferð vísti tað seg, at skipið hevði koronasjúkar menn umborð. Ein av nevniliga so sjúkur, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann liggur nú.

Enn einaferð fóru myndugleikarnir umborð at kanna manningina, og tá kanningarnar vóru lidnar vísti tað seg, at 32 av manninigni høvdu korona.

Eingin veit, hvussu sjúkan er komin umborð hesaferð.

Dimmalætting veit, at Korelia hevur verið til fiskiskap í fleiri mánaðir, men sjálvt um eitt skip er til fiskiskap hevur tað samband við onnur skip, millum annað, tá tað verður umskipað.

Eitt annað er so, at tað hevur verið manningarskifti á Karelia fyri umleið einum mánaði síðan, og tað fór fram í Føroyum.

Korelia hevur ligið á Runavík hesar dagarnar, men á havnarskivstovuni í Runavík verður lagdur dentur á, at tað ikki hevur verið samband við fólk á landi.

- Skipið hevur ligið avbyrgt, so eingin er sloppin umborð ella í land, og nú kappróður var her um vikuskifti var landgongdin lyft upp, so tað veruliga var avbyrgt, sigur Brandur Højgaard, havnarmeistari.

Landslæknin leggur í síni fráboðan í dag dent á, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at onnur enn manningin umborð er smittað.