Tað er eydnast at bjargað 32 av teimum 230 grindahvalunum, sum høvdu gjørt landgongd á einari fjarskotnari strond á oynni Tasmania í Australia.
Hesum boðar villinidjóratænastan í Tasmania frá sambært tíðindastovuni AP.
- Av teimum 35 hvalunum, sum enn vóru á lívið í morgun, so hava vit bjarga og fingið 32 hvalir leysar, so tað er fantastiskt, sigur leigarin av villinidjóratænastuni, Brandon Clark.
Tað er enn óvist, hví hvalirnir strandaðu á strondini í Tasmania.
Íbúgvarnir á økinum hava hjálpt til at bjarga strandaðu hvalunum, millum annað við at sveipað hvalirnar í handklæði og oysa kalt vatn á hvalirnar.
Í gjár kom fram at yvir 200 hvalir høvdu gjørt landgongd á strond í Tasmania, tó var óvist hvat slag av hvali talan var um. Síðan tá er tað vorðið greitt at talan er um 230 grindahvalir.
Niðanfyri sæst sjónband av hvussu leikur fór fram í Tasmania: