3,7 milliónir standa upp á spæl

Um tað í kvøld eydnast KÍ at vinna ímóti NK Olympija Ljubljana, so fylgja fleiri milliónir við ítróttarliga avrikinum

Tað endaði 0-0, tá ið Árni Frederiksberg og KÍ fyri trimum vikum síðani høvdu vitjan av Lille úr Fraklandi
Jóannes Hansen
26. oktober 2023 kl. 15:26

Teir hugsa neyvan um pengar, nú teir fyrireika seg at fara á Tórsvøll, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.45.

Hjá meistarunum í KÍ snýr tað seg í hesi løtu um at hava fokus á ítróttarligu avbjóðingini. Fyri trimum vikum skrivaði KÍ søgu, tá ið tað ímóti franska Lille eydnaðist at vinna fyrsta stigið fyri føroyskt felag í europeiskum bólkaspæli, og í dag er møguleiki hjá føroyskum felag at vinna fyrsta sigurin yvirhøvur í europeiskum bólkaspæli.

Hóast hon neyvan í løtuni er fremst í huga hjá KÍ spælarunum, so er fíggjarligi parturin av kvøldinum ikki so lítið áhugaverdur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku í dysti í bólkaspælinum, so er avrokningin 3,7 milliónir, og um tað verður javnleikur, so verður fíggjarliga avkastið 1,2 milliónir.

Nú klokkan 17.45 fer KÍ aftur at spæla altjóða fótbólt. Mótstøðuliðið á Tórsvølli verður NK Olympija Ljubljana úr Slovenia. Talan er heilt greitt um tað felagið, sum KÍ eigur at hava størst møguleika at vinna fulla úrtøku ímóti.

Higartil í ár hevur KÍ ikki tapt á heimavølli í europeiskum dystum. Í Champions League hevur KÍ spælt tríggjar ferðir á heimavølli – 0-0 ímóti Ferencvaros úr Ungarn, 0-0 ímóti BK Häcken og 2-1 ímóti Molde.

Í Europa League endaði tað 1-1 ímóti Sheriff, og so endaði tað málleyst í fyrsta heimadystinum í bólkaspælinum í Conference League, tá ið franska Lille fyri trimum vikum síðani vitjaði í Føroyum.

 NK Olympija Ljubljana úr Slovenia hevur spælt tveir dystir í bólkaspælinum og einki stig vunnið. Fyrsti dysturin var á útivølli ímóti Lille, sum vann 2-0, og so tapti NK Olympija Ljubljana 1-0 á heimavølli ímóti Slovan Bratislava.

KÍ tapti í fyrsta umfari 2-1 á útivølli ímóti Slovan Bratislava, og so endaði heimadysturin ímóti Lille úr Fraklandi 0-0. Veddingarfeløgini rokna meiri við, at NK Olympija Ljubljana fer at vinna, men slovenska felagið verður ikki roknað at vera stórfavorittur.

KÍ - NK Olympija Ljubljana: Harm Osmers úr Týsklandi kl. 17.45 á Tórsvølli.