Verður alt tikið við, eru tað kanska ikki meiri enn einar 3.500 krónur á muni á mánaðarlønini hjá einum arbeiðara og einum løgtingslimi.
Tað sæst í einum svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, til floksfelagan, Liljuna Weyhe.
Men tá eru bæði løn, og hálparveitingar, sum fólk við lágum inntøkum, kunnu fáa.
Liljan Weyhe staðfestir, at príshækkingar og rentuhækkingar raka føroysku húskini hart. Hesum hava bæði undanfarna og verandi samgonga roynt at bast við oljuískoyti, hjálparískoyti, lønarlyftum, lønarhækkingum og skattalætta til lág- og miðallønt.
Tað er tó nakað av iva um, hvussu fíggjarliga støðan er og tí hevur hon biðið landsstýriskvinnuna sett upp í eina talvu, hvussu fíggjarstøðan er hjá ymsum lønarbólkum.
Sirið Stenberg sigur, at eyðvitað er fíggjarliga støðan hjá húskjum treytað av inntøkum og útreiðslum, sum familjan hevur.
Útreiðslur eru sjálvsagt ymiskar frá húski til húski, og tí fevnir hetta svarið einans um inntøkur, skatt og stuðulsskipanir til stakar uppihaldarar.
Vit eru enn í 2023, men standa á gáttini til 2024, og tí verður svarað fyri bæði árini. Inntøkan er tó tann sama bæði árini, og sostatt er ongin lønarhækkan frá 2023 til 2024 í dømunum niðanfyri.
Fortreytir í dømunum:
• Barnafrádráttirin er treytaður av, hvussu gamalat barnið er. Í dømunum niðanfyri eru børnini
2, 5 og átta ár.
• Viðkomandi rindar eisini til ALS, barsilsgjald, samhaldsfasta, Heilsutrygd og kringvarpsgjald
• Kirkjuskattaprosentið er 0,6
• Tað er ymiskt, hvussu fakfeløgini skipað seg í sambandi við tryggingar og tí eru limagjald til fakfeløg ikki við í dømunum.
• Í 2024 er skatturin roknaður eftir broytingunum skattalógini.
Broytast fortreytirnar, broytastupp hæddirnar sjálvsagt eisini. Er yngsta barnið fimm ár, tá verður dagstovnagjaldið lægri, og hægru inntøkurnar hava sostatt hægri tøka inntøku. Um arbeiðarin í døminum hevur eina uppsparing, lýkur viðkomandi ikki treytirnar til familjuískoyti ella hjálparískoyti, og tøka inntøkan er tá munandi lægri.
Sí útrokningina niðan fyri