Endurskoðað hagtøl um starvsfólk
Hagtølini fyri starvsfólk (áður nevnt løntakarar) eru endurskoðað og útgivin av nýggjum. Endurskoðanin hevur havt ávísar broytingar við sær samanborið við gomlu løntakaratølini, ið eru lýstar í kassanum niðast í greinini.
Í august vóru 29.402 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 280 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 1 prosent.
Størri vøkstur hjá kvinnum
Í august vóru knapt 15.000 menn og 14.450 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 180 fleiri, sum er ein vøkstur á 1,2 prosent. Hjá monnum er vøksturin 0,7 prosent, ella 100 starvsfólk.
Góð helvt eru 40 ár og eldri
54 prosent av starvsfólkunum vóru yvir 40 ár í august.
Um hugt verður at tíggju ára aldursbólkum, er størsti aldursbólkurin tey starvsfólk, sum eru millum 30 og 39 ár. Tey eru góðum 20 prosent.
Tveir triðingar av starvsfólkunum búgva í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki
Landkortið vísir starvsfólkabýtið býtt millum øki. Býtið er rættiliga støðugt yvir tíð. Um tveir triðingar av starvsfólkunum búgva antin í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki.
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeið hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum 4 tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn efir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðan. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum.
Dagføringar av starvsfólkum
Í fyrru helvt av 2024 hevur verið arbeitt við hagtølunum um starvsfólk, sum nú eru meira útgreinaði enn áður. Tær størstu dagføringar í hagtølunum um starvsfólk eru:
Høvuðsvinnugrein eftir NACE Rev. 2 frá 2008. Hagtølini um starvsfólk eru umskipað til at fylgja altjóða sambærligu flokkingini NACE rev. 2. frá 2008. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar meira sundur fyri at lýsa serføroysk viðurskifti sum best. Høvuðsvinnugrein er tann vinnugreinin, har arbeiðsgevarin hevur størst virksemi.
Geirar, so nú ber til at býta tal av starvsfólki eftir um arbeiðsgevarin er undir almennum ella privatum ræði. Geiraflokkingin byggir á altjóða flokking í 'European System of Accounts' hjá Eurostat. Geirabýtið í hagtalsgrunninum er ein einfaldari uppseting av hesi flokking.
Ríkisborgaraskapur hjá løntakarum eru meira útgreinaður í heimspartar og øki.
Bústaðartilknýti, so til ber at síggja starvsfólk við og uttan bústaðartilknýti.
Hagtølini koma við fleiri nýggjum mátum:
Starvsfólk (høvuðsstarv), sum er tal av starvsettum persónum knýtt at tí starvi tey fáa størstu lønina. Ein persónur telur bert einaferð.
Høvuðs- og hjástørv, sum telur samlaða tal av størvum saman. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsgevarar.
Hjástørv, sum bert telur størv, sum starvsfólk hava umframt høvuðsstørvini. Ein persónur kann telja fleiri ferðir, um viðkomandi hevur fleiri arbeiðsgevarar.
Størv tvørturum vinnugreinar, hvar eitt starv fyri ein persón bert kann telja einaferð í hvørjari vinnugrein/geira, men um viðkomandi hevur størv hjá arbeiðsgevarum í ymsum vinnugreinum/geirum verða størvini tald fyri hvørja vinnugrein/geira.
Arbeiðsgevarar, sum er talið av arbeiðsgevarum. Teir telja bert einaferð, har sum teirra størsta virksemi er.
Broyting í hagtølunum
Í samband við dagføringarnar eru hagtølini um starvsfólk enduskoðað. Tað hevur við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Í miðal er talið av starvsfólki nú 500-1500 hægri hvønn mánaða, sum kemst av ymiskum orsøkum. Fyrst og fremst av tí, at nýggju hagtølini fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Flestu av hesum vóru skrásettar sum almennar veitingar frammanundan og nýggja skrásetingin ávirkar hagtølini um starvsfólk. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.