28 fólk myrd í thailendskum barnagarði

Ein fyrrverandi politimaður hevur skotið frá hond í einum thailendskum barnagarði, og í minsta lagi 28 børn og vaksin hava latið lív

Steinar Patursson
6. oktober 2022 kl. 09:09

Í minsta lagi 28 fólk hava latið lív, eftir at ein fyrrverandi politimaður fór at skjóta frá hond í einum barnagarði í Thailandi, sigur Thailendska løgreglan sambært BBC.

Sambært løgregluni teljast bæði børn og vaksin millum tey deyðu, og løgreglan vil vera við, at maðurin skjeyt og stakk bæði børn og vaksin við knívi, áðrenn hann slapp sær til rýmingar.

Tað er ikki greitt, hvat motiv maðurin hevði at fremja morðini.

Maðurin er framvegis leysur, sigur BBC.