Á Svangaskarði tekur B68 ímóti AB klokkan 15. Talan er um ein spennandi og týdningarmiklan dyst, tí bæði liðini hava 24 stig og kappast um at enda oman fyri niðurflytingarstrikuna. B68 liggur á sætta plássi, og AB liggur á sjeynda plássi. Meiningin var, at dysturin skuldi spælast sunnudagin 9. oktobur, men av tí at veðurforsøgnin sær keðilig út fyri sunnudagin, verður dysturin leiktur í dag í staðin fyri.
Á Skála taka skálamenn ímóti EB/Streymi klokkan 15. Eisini hesin dysturin skuldi spælast sunnudagin, men av somu orsøk er hann framskundaður til í dag. Skála liggur á aftasta plássi við einans níggju stigum, meðan EB/Streymur liggur á fimta plássi við 32 stigum. Jákup Øssursson Mohr dømir dystin.
Í kvøld klokkan 18 spæla 07 Vestur ímóti B36 á Dungasandi. Dysturin skuldi spælast sunnudagin, men er somuleiðis fluttur til í dag leygardag tann 8. oktobur. Heimaliðið liggur á einum áttanda plássi við 23 stigum, og B36 liggur á einum fjórða plássi við 37 stigum. Bjarki Danielsen dømir dystin.
Sunnudagin tann 9. oktobur fáa klaksvíkingar vitjan av havnamonnum. Føroyameistararnir taka ímóti einum HB liði, sum enn kappast um at gerast nummar tvey. Mikukvøldið kláraði KÍ at vinna seg í steypafinaluna, sum skal spælast ímóti Víkingi. Kári J. á Høvdanum dømir dystin millum KÍ og HB í sunnudagin 9. oktobur klokkan 15.
Í Sarpugerði tekur liðið úr Eysturkommunu ímóti gestunum úr Runavík NSÍ. Víkingarnir hava enn silvurplássið at berjast fyri, meðan NSÍ stríðist fyri at yvirliva í bestu deildini. Rúni Gaardbo dømir dystin, sum byrjar sunnudagin klokkan 15.