Tað vórðu funnin vápn, heimagjørdar eldbumbur og onnur spreingievni á teimum, ið lupu á Kongressina 6. januar. Higartil eru 25 fólk skuldsett fyri yvirgang. Hetta stendur at lesa í frágreiðing frá einari samrøðu millum demokratiska limin í lóggávutinginum Jason Crow og hernaðarráðharran, Ryan McCarty.
- Hetta tíðir á, at ein størri vanlukka varð forðað, sigur Crow eftir samrøðuna við hernaðarráðharran.
Sambært løgmálaráðnum eru í alt 70 fólk handtikin eftir álopið á Kongressina.
Líknandi álop kunnu vera ávegis
Verjumálaráðharrin er fyrireikaður, at líknandi álop fara at henda í døgunum upp til dagin, tá Joe Biden verður svorin í eið 20. januar, sigur McCarthy.
Í alt fimm fólk doyðu í sambandi við ófriðin. Ein av teimum var ein løgreglumaður, ið varð sligin fleiri ferðir í høvdið við einum eldsløkkjara.
Ein kvinna, ið varð skotin av einum løgreglumanni, doyði seinni av sínum løstum, meðan trý onnur doyðu undir mótmælinum av løstum, ið tey fingu undir álopinum á lóggávubygningin.
Eftir at hava verið viðvendur í fleiri dagar, gav Trump sunnudagin boð um at flagga við hálvari stong í Hvítu húsunum til minnis um deyða løgreglumannin.
Flaggað verður við hálvari stong fram til mikudagin. Hetta er eisini galdandi fyri allar sendistovur hjá USA kring heimin.