Tað var onki serligt við 8. apríl í 1994. Eg var í skúla. Rokning og føroyskt var á skránni, og í fríkorterinum spældu vit fótbólt í skúlagarðinum. Tað var ein heilt vanligur fríggjadagur, men so kom eg heim. Tendraði sjónvarpið og koyrdi á MTV. Tað vóru ring tíðindi. Kurt Cobain var deyður.
Vanliga tekur mann kanska ikki slík tíðindi í so stórum álvara, tí mann er vanur við at hoyra slatur um tey kendu. Men hesuferð var tað meir enn slatur. Fyri mong var hetta ein sterk og tragisk uppliving. Serliga hjá teimum, sum vóru ung í 90'unum. Um tú var ung ella ungur tann 8. apríl í 1994, so minnist tú helst, hvar tú var og hvat tú gjørdi, tá tú frætti, at Kurt Cobain var deyður.
Tað var ein sjáldsom løta. Hetta var nakað, sum fólk eisini upplivdu, tá John Lennon varð skotin tann 8. desembur í 1980. Ella tá Elvis Presley doyði tann 16. august í 1977. Mann má líka klípa seg í armin, tí eru tað longu 25 ár síðani, at Kurt Cobain doyði? Ja, tað eru longu 25 ár síðani.
Um tú ert ein av teimum, sum upplivdi hendingina, so fara vit nú á eina ferð aftur í tíðina. Um tú ikki upplivdi tíðindini, so er hetta ein lýsing av, hvussu hart deyðin hjá Kurt Cobain rakti eitt heilt ættarlið. Bara tað, at vit enn tosa um Kurt Cobain, vísir, hvussu stóra ávirkan á tónleikalívið og identitetin hjá ungum í 90'unum.
(Frá vinstru: Dave Grohl, Kurt Cobain og Krist Novoselic. Mynd: Nirvana.com)
Bumban brestur
Hetta var tað, sum hendi 8. apríl í 1994. Sjónvarpsrásir kring heimin boðaðu frá, at eitt lík var funnið á bústaðinum hjá Kurt Cobain í Seattle. Enn visti mann ikki, hvør var deyður. Mann visti bara, at løgreglan arbeiddi við málinum. Seinni boðaði løgreglan í Seattle frá, at talan var um ein mann í 20’unum. Løgreglan fann eina byrsu á staðnum, har viðkomandi var skotin í høvdið, og hendingin fór fram í heiminum hjá Kurt Cobain í Nirvana.
Tað var ein elektrikari, sum kom fram á líkið, tá hann skuldi arbeiða upp á elektrisitetið í húsunum. Hann boðaði løgregluni frá, at hann hevði hugt gjøgnum vindeygað og sæð eitt lík. Løgreglan kom á staðið, breyt rútin og kom fram á ein deyðan mann. Maðurin hevði eina byrsu liggjandi á bringuni, og eitt sjálvmorðsbræv lá tætt við. So líðandi kom tað fram í miðlunum, at talan var um Kurt Cobain, og at tað helst var talan um sjálvmorð.
Mamman hjá Kurt Cobain greiddi frá, at hon ikki hevði hoyrt frá Kurt í seks dagar. Seinast hon tosaði við sonin, segði hon við Kurt, at hann ikki mátti enda í tí tápuliga 27 klubbanum. Mamman sipaði til aðrar rokkstjørnur sum Jimi Hendrix, Jim Morrison og Janis Joplin, sum doyðu, tá tær vóru einans 27 ár. Kurt Cobain lurtaði ikki eftir mammuni. Hann doyði bert 27 ára gamal.
Í sjálvmorðsbrævinum skrivaði Kurt Cobain millum annað, at hann ikki vildi halda fólk fyri gjøldur. Hann orkaði ikki at spæla sjónleik og látast sum, at alt bara var gott og stuttligt.
(Kurt Cobain og dóttur hansara Frances Bean Cobain. Mynd: Imdb.com)
Kurt Cobain og tú
Um tú vart á lívi og hevði áhuga fyri tónleiki í 1994, so kann tað virka sum, at tað var í gjár, at Kurt Cobain doyði. Hetta er serliga galdandi, um hetta var tíðin, tá tú toppaði tónleikaliga. Her hugsa vit um tíðina frá fólkaskúlanum til miðjuna av 20’unum. Hetta er eitt tíðarskeið í lívinum, har tónleikur er ein trúfastur fylgisveinur og er við til at skapa okkara identitet.
Lat okkum siga, at tú var 20 ár, tá Kurt Cobain doyði. So var tú umleið seks ella sjey ár, tá John Lennon doyði. Tað kann vera, at tú minnist okkurt frá tí degnum, men tað setti kanska ikki tey djúpu sporini. Og tá Elvis doyði í 1977, so minnist tú helst onki, tí tá vart tú so lítil. Taka vit dagin í dag, og tú ert 20 ár, so var tú ikki til, tá Kurt Cobain doyði. Og tískil upplivdi tú ikki tær kenslurnar, sum onnur upplivdi, tá Kurt Cobain doyði. Hjá tær eru Kurt Cobain, grunge og 90’ini helst líka fremmand, sum Woodstock var fyri ein grunge og Nirvana fjeppara í 1994.
Tað snýr seg also um kontekst. Tú vart møguliga ikki til staðar, men slíkar søgur eru so sterkar, at mann kann fáa kensluna av, at mann faktiskt sjálvur upplivdi hendingina
(Kurt, Frances og Courtney til MTV Awards tann 2. september í 1993. Mynd: Shutterstock)
Magapínan
Seinastu mánaðirnir hjá Kurt Cobain vóru merktir av kroniskari magapínu. Ikki færri enn níggju serlæknar kannaðu Kurt, men ongin fann nakað endaligt svar. Í eini dagbók skrivaði Kurt Cobain: “Lat meg bara hava mínu heilt egnu búksjúku. Hon kann uppkallast eftir mær. Og heitið á komandi Nirvana útgávuni skal vera “Cobains’ Disease”.
Samstundis sum hann var illa plágaður av magapínu, so bjargaðu læknar Kurt Cobain frá eini yvirdosu í 1993, men thetta var ikki einastu ferð, at Kurt Cobain fekk eina yvirdosis. Seinasta árið, áðrenn Kurt Cobain doyði, upplivdi Kurt Cobain minst 10 yvirdosur.
(Húsin til stóra gjøgnumbrotið "Nevermind" hjá Nirvana. Mynd: Nirvana.com)
Frá Nevermind til Unplugged
Nevnir mann Nirvana, so má mann eisini nevna útgávuna Nevermind. Tað var Nevermind, sum plantaði Nirvana trygt og fast í tónleikasøguna. Útgávan var ein risa succes, meðan útgávan “In Utero”, sum kom út í 1993, kiksaði eitt sindur. Útgávan seldi færri enn 200.000 eintøk ta fyrstu vikuna.
Ein teori, viðvíkjandi minkandi áhuganum fyri Nirvana, var, at Nirvana fjepparar vóru troyttir av øllum trupulleikunum hjá Kurt Cobain. Fólk vóru eisini troytt av hansara anti rokkstjørnu atburði, og høvdu fingið nokk av turbulenta parlagnum hjá Kurt Cobain og Courtney Love.
Summi vilja vera vuð, at “Nirvana Unplugged” útgávan, sum kom út sama árið, var ein roynd at vinna fjeppararnir aftur. Tað riggaði fyri so vítt fínt, tí áhugin vaks, men tað var serliga eftir, at Kurt Cobain doyði, at "Nirvana Unplugged" bleiv væl umtókt.
(Húsin til Nirvana Unplugged. Mynd: Nirvana.com)
Ring heilsa og avlýstar konsertferðir
Nirvana fingu bjóðað at verða høvuðsnavn á risa tónleikafestivalinum Lollapalooza í Chicago, men Nirvana takkaðu nei, hóast dagslønin var níggju milliónir dollarar.
Um somu tíð bleiv Kurt Cobain rættiliga upptikin av at skriva sítt testamenti, og í februar og mars vóru Nirvana á konsertferð í Europa, men tað gekk illa, tí heilsan hjá Kurt var somikið ring.
Tann seinasta konsertin hjá Nirvana varð hildin á einum flogvølli í Hamburg í Týsklandi. Hetta var 1. mars í 1994, og Nirvana spældi frammanfyri 3.000 fólkum. Hóast Kurt Cobain var illa fyri til konsertina, sá Kurt út til at hugna sær. Ta einu løtuna fór streymurin, og ta løtuna spældu teir aukustiskt. Somuleiðis spældu teir eitt coverlag hjá The Cars, sum kallast “My Best Friends Girl”. Tá konsertin var liðug, var heilsan hjá Kurt so vánalig, at Nirvana avlýsti allar komandi konsertirnar
Dreingirnir í Nirvana høvdu eisini brúk fyri at halda frí, so Krist Novoselic fleyg heim til Seattle, og Dave Grohl var verðandi í Týsklandi, har hann skuldi arbeiða við einum soundtracki. Meðan Kurt fleyg til Rom, har hann og kona hansara, Courtney Love, kekkaðu inn á kamar nummar 541 á luksushotellinum Excelsior.
Kurt Cobain krasjar
Náttina til fjórða mars skrivaði Kurt Cobain eitt sjálvmorðsbræv á tríggjar síður, tók 50 tablettir av rohypnol og skolaði niður við sjampanju. Morgunin eftir kom Courtney fram á Kurt. Hann var uttan vit. Courtney ringdi eftir hjálp, og ein ambulansa kom á staðið. Kurt var farin í koma, og hóast hann yvirlivdi, so upplýsti tíðindastovan CNN, at Kurt Cobain hevði latið lív.
Tá Kurt Cobain raknaði við aftur, varð hann flogin til Seattle. Vinfólk hjá Kurt vóru lættaði, tá tað frættist, at hann ikki var deyður. Men samstundis vónaðu fólk, at hetta fór at fáa Kurt at vakna og taka seg saman, men tær vónirnar brustu rættiliga skjótt
18. mars var aftur galið. Tá fekk løgreglan eina fráboðan um eina ósemja heima hjá Kurt Cobain. Hesuferð hevði hann stongt seg inni á einum kamari og hótt við at taka lívið av sær. Courtney ringdi aftur til løgregluna, og løgreglan fekk tamarhald á støðuni, men hetta var eftir, at løgreglan konfiskeraði fýra skotvápn og 25 kassar við patrónum.
(Manningin í Nirvana. Mynd: imdb.com)
Vinfólk gera eina seinastu roynd at bjarga Kurt Cobain
25. mars gjørdi Courtney eina seinastu roynd at bjarga Kurt. Hon fekk savnað læknar og vinfólk í teirra húsi í Seattle. Endamálið var at fáa Kurt at steðga við at renna undan sínum trupulleikum, og heldur finna eina loysn. Umframt Courtney, so vóru Krist Novoselic, Dave Grohl, Pat Smear og ymiskir ráðgevarar tilstaðar. Tá tey høvdu tosað saman í fimm tímar, gekk Kurt við til, at hann nokk skuldi fara til avvenjingar tann 30. mars í 1994.
Men áðrenn Kurt fór til avvenjingar, fóru hann og vinmaðurin Dylan framvið hjá Stan Bakers Sports, ein handil sum seldi skotvápn. Kurt vildi hava eitt skotvápn. Løgreglan hevði jú tikið øll skotvápnini frá honum, men hann kundi ikki keypa nakað vápn sjálvur, uttan at løgreglan fekk tað at vita. So hann gav vinmanninum Dylan pengar til eitt skotvápn og patrónir, og so keypti Dylan eina byrsu fyri Kurt. Hann greiddi Dylan frá, at byrsan var ætlað til at verja seg sjálvan.
Hetta var sama dagin, sum Kurt fór til avvenjingar. Men bara tveir dagar seinni, so var Kurt úti aftur. Hann klatraðu upp um garðin, har hann var til avvenjingar. Síðani tók hann ein taxa út á flogvøllin og fleyg heim til Seattle. Í flogfarinum kom hann at sita undir liðini á Duff McKeagan úr Guns N’ Roses. Duff bjóðaði honum eitt lift, tá teir lendu, men Kurt takkaði nei. Á floghavnini bað ein kanadiskur fjeppari um autograf frá Kurt, og fjepparin fekk eisini ein autograf. Tað serliga við hesum autografinum var, at Kurt eisini skrivaði 5. apríl, sum var dagurin, tá hann tók lívið av sær.
Courtney og mamma Kurt fingu skjótt at vita, at Kurt var rýmdur frá avvenjingarstovninum. Tær boðaðu løgregluni frá, sum síðani eftirlýsti Kurt. Hann var ongastaðni at finna, hóast hann í veruleikanum var heima hjá sær sjálvum. Seinni er tað komið fram, at Kurt royndi at ringja til Courtney, men hon var upptikin, so hann fekk bara fatur á einum telefonsvarara.
5. apríl skrivaði Kurt eitt sjálvmorðsbræv. Tók sítt skotvápn, tók eina dosu av heroin og skeyt seg sjálvan. Tríggjar dagar seinni, tann 8. apríl, fann elektrikarin Kurt Cobain, sum tá hevði skrivað seg í tónleikasøguna á sama hátt sum Elvis, John Lennon og Tupac. Allir doyðu á tragiskan hátt, men samstundis hava allir hvør sítt heilt serligt pláss í tónleikasøguni.