Í gjár var norðurlendska meistaraheitið í inniróðri. Kappingin varð skipað soleiðis, at rógvarar kundu rógva heimanífrá. Hetta lat seg gera, tí rógvimaskinurnar vóru knýttar at eini tøkniligari skipan, har kappingin fór fram á einum skermi, sum øll kundu fylgja við í. Róðrarsamband Føroya skipaði kappingina í miðnámsskúlanum í Suðuroy, soleiðis at til bar hjá føroyingunum at rógva saman kortini.
Vanliga standa føroysku rógvarnir seg væl, og soleiðis var eisini til hesa kappingina. 17 føroyingar luttóku í 31 ymiskum bólkum og róðrum, og sostatt var møguligt hjá teimum at vinna 31 heiðursmerki. Av 31 møguligum, vunnu føroyingarnir heili 24 heiðursmerki. Tey 24 heiðursmerkini vóru 12 gullheiðursmerki, átta silvurheiðursmerki og fýra bronsuheiðursmerki.
Ein, sum skaraði framúr, var 20 ára gamla Vár Guriardóttir Hansen, sum róði í bólkinum tungvekt undir 23 ár. Teinurin var 2000 metrar. Vár lá eitt vet aftanfyri donsku Stine Højager Nielsen, men við einum framúr endaspurti fór Vár fram um í síðstu tøkunum og vann sostatt sín bólk við tíðini 7:17,7. Vár vann eisini spurtin á 200m við tíðini 33,6 sekund.
Úrslitini av kappingini í norðurlendska meistaraskapinum kunnu síggjast her.
Hetta er seinasta kapping í inniróðri, og nú loysir útiróður inniróðurin av. Fyrsta stevnan verður 28. mai, tá norðoyastevna verður í Klaksvík.