22 doyðu í eldgosi – nú skulu ábyrgdarfeløgini og ábyrgdafólkini finnast

22 fólk doyðu í vanlukkuligum eldgosi á White Island í Ný Sælandi í fjør. Fyriskipararnir hava ikki livað upp til teirra ábyrgd, meinar eftirlit

Sigurjón Einarsson
30. november 2020 kl. 11:32

Arbeiðseftirlitið í Ný Sælandi hevur lagt sak móti 10 feløgum og trimum fólkum, eftir eldgosið á White Island 9. desember síðsta ár, tá 22 fólk doyðu.

Tað vóru 47 fólk á White Island – ella Whakaari, ið upprunafólkið nevna oynna – um tað mundi, tá eldgosið brádliga fór at goysa.

Óvæntað hending

Størsti parturin av teimum, sum vóru á oynni hendan ólukkudagin, vóru ferðafólk úr Avstralia, USA og Malaisia, ið vóru við á reikferðaskipi í Ný Sælandi.

Arbeiðseftirlitið í Ný Sælandi, Worksafe, er komin til ta niðurstøðu, at í alt 13 partar ikki hava livað upp til teirra trygdarábyrgd við at taka ferðafólk út á White Island.

- Hetta var ein óvæntað hending. Men tað merkir ikki, at hetta ikki kundi verið roknað við frammanundan, og tí hava ferðafyrireikararnir ábyrgd fyri at verja tey, ið eru undir teirra varðveitslu, sigur stjórin fyri Worksafe, Phil Parkes.

Bøtur í milliónaklassanum

Hesi 10 feløgini, sum eru undir ákæru, kunnu enda við, at tey, verða tey dømd, fáa 6,6 milliónir krónur í bót hvørt.

Arbeiðseftirlitið sigur eisini, at tey trý fólkini, ið sak er reist móti, eru leiðarar, sum áttu at hava víst størri eftiransni og liva upp til teirra trygdarábyrgd. Hesi kunnu enda við at fáa eina bót upp til 1,86 milliónir hvør.

Longu tá eldgosið hendi og í tíðini beint áðrenn hendingina, vórðu spurnartekn sett við, hví fólk yvirhøvur høvdu fingið loyvi til at ferðast út á oynna, hóast fyriskipararnir vistu av, at eitt eldgos kundi henda hvørja løtu.